140x140

SKURÐFJALL 2014

Skurðfjall á Búnaðarstovuni 2014
Vit vóru á fjalli tann 23. september, hetta var ein dag fyrr enn í fjør. Vit vigaðu allan seyðin, sum vit gera á hvørjum fjalli, og ansað verður eftir, at lombini eru turr, tá tey verða vigað. Í ár gav hagin 181 lomb, ið tilsamans vigaðu 7.584 kg livandi móti 186 lombum í fjør, sum tilsamans vigaðu 7.366 kg livandi. Lombini vigaðu væl meira í ár enn í fjør, bæði livandi og krovini. Miðalvektin á livandi lombum var 41,9 kg í ár móti 39,6 í fjør ella 5,8 prosent meira í ár enn í fjør. Krovini vigaðu í miðal 32,8 pund í ár móti 30,9 í fjør ella 6,1 prosent meira í ár. Flett vekt av lombunum var í miðal 39,2% av livandi vekt.
Vit kannaðu eisini, hvussu nógv lombini tyngdust tær seinastu umleið fýra vikurnar áðrenn skurð. 27. august var miðal livandi vekt 38,3 kg, og 27 dagar seinni, tann 23. september var vektin 41,9 kg. Hetta gevur ein vøkstur uppá 3,6 kg, sum er tað sama sum 132 gram um dagin.
Livandi vekt á øllum lombum í 2013 og 2014

Gonga
2014 (kg)
2013 (kg)
Munur í kg
Munur í %
Sunnasta
40,4
38,3
2,1
5,5
Miðjan
42,5
39,8
2,7
6,8
Svartá
43,0
40,4
2,6
6,4
Hvilvt
41,6
38,6
3,0
7,8
Miðal av øllum
41,9
39,6
2,3
5,8

 
Flett vekt á lombum í 2013 og 2014

Gonga
2014 (pund)
2013 (pund)
Munur í pundum
Munur í %
Sunnasta
31,8
30,2
1,6
5,3
Miðjan
32,7
31,0
1,7
5,5
Svartá
33,6
32,7
0,9
2,8
Hvilvt
34,1
33,0
1,1
3,3
Miðal av øllum
32,8
30,9
1,9
6,1

 
Flett vekt á lombum í prosent av livandi vekt

Gonga
2014 (%)
2013 (%)
Sunnasta
38,6
38,1
Miðjan
38,4
39,8
Svartá
39,3
39,4
Hvilvt
40,4
41,6
Miðal av øllum
39,2
39,3

 
Vøkstur av lombum seinastu 27 dagar áðrenn fletting

Gonga
Vekt 27. august kg
Vekt 23. sept
kg
Vøkstur
kg
Vøkstur/dag
gram
Sunnasta
36,6
40,4
3,8
141
Miðjan
38,1
42,5
4,4
163
Svartá
39,0
43,0
4,0
148
Hvilvt
39,6
41,6
2,0
74
Miðal av øllum
38,3
41,9
3,6
132

 

 

Yvirlitið kann heintast niður í pdf formi her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369