140x140

VEKTIR Á ÓM OG LOMBUM Í MAI 2015

 

  Sunnasta (2) og Miðjan (2) eru tvílembulomb

 

26. mai var Búnaðarstovan á fjalli fyri at kanna vektina á lombunum og holdið á ónum. Endamálið við at viga lombini í mai mánaði er ein liður í at fáa eina gjøgnumførda vakstrarkurvu fyri føroysk lomb. Tað er frá burðarvekt til slátur. Vit koma at viga lombini aftur, tá várfjøllini verða gingin, aftur í august og tá skurðfjøllini verða gingin, áðrenn lombini verða flett.

 

 

31. mars vigaðu ærnar 42,2 kg í miðal, 26. mai var miðal vektin hækkað við tveimum kiloum. Búnaðarstovan hevur ikki fyrr vigað ærnar og lombini hetta tíðarskeiðið, tá seyðurin verður rikin av bønum, og verður tað tí áhugavert at fylgja við, hvussu tey ymsu árini fara at roynast. Tá onki ár er at sammeta vektirnar í mai mánaði við, er áhugavert at seta spurning við, hví ærnar viga tvey kilo meir 26. mai samanborið við 31. mars. Ein orsøk er uttan iva tað ringa veðrið, vit høvdu í vetur. Tað er eisini undrunarvert, at ærnar skulu vera so mikið væl fyri í mai mánaði, tá hugsað verður um, at tær nú mjólka. Ein grund er, at tær fáa ískoytisfóður, meðan hin orsøkin kann vera, at tær ganga á bønum, og tað hjálpir uttan iva upp á holdið. Tó so, ongin niðurstøða kann gerast, fyrr enn vit hava fleiri ár at sammeta við.

 

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369