140x140

VEKTIR Á ÓM OG LOMBUM Í MAI 2016

Tann 19. mai róku vit ærnar á bønum inn til vigingar. Hetta er tríggjar dagar áðrenn, tær blivu riknar av bønum og í hagan. Vit vigaðu bæði ær og lomb, eins og vit gjørdu holdmetingar av ónum. Ærnar eru í góðum holdum í ár, sammett við í fjør. Í fjør róku vit væl seinni av bønum, nevniliga tann 26. mai, og er hædd tikin fyri hesum muni við eini tillaging í stabbamyndini niðanfyri:

Talva 1: Vektir á lombunum í Heygshaga. Burðarvektin verður skrásett sama dag, sum lambið er lembt. Av tí at vit vigaðu sjey dagar fyrr í ár, hava vit rættað vektina við 228 g/dagin. Hendan vektin er grundað á dagligan vøkstur frá lembing til 26. mai í fjør, og hon skal tí takast við ávísum fyrivarni.

Í fjør vigaðu vit ikki ærnar í apríl, og tá undraðust vit yvir, at ærnar vóru so mikið betur fyri í mai mánað í mun til mars mánað, sí talvu 2. Í ár vigaðu vit tí ærnar hin 18. apríl, ið var so tætt upp undir lembing, sum vit mettu vera ráðiligt. Úrslitið vísti, sum væntað, at fyrra helming av árinum viga ærnar mest beint undan lembing, tí bæði burður, eftirburður og fosturvatn tyngja ærina nógv, sí talvu 3.

Talva 2: Ærsvektir í Heygsahaga fyri árini 2012 – 2016. Bæði januar og apríl mánaði hava ikki verið í skrásetingunum undanfarin ár, ímeðan vektirnar í mai mánað vórðu fyrstu ferð skrásettar í fjør.

Talva 3: Sammeting av vektum fyri mars, apríl og mai av ónum í sunnastu gongu og miðjuni. Sunnasta gonga og miðjan eru tær gongurnar, sum liggja fast á bønum, og eru tølini frá teimum mest eftirfarandi.

Fyrivarni má tó takast fyri, at ærnar, sum eru í skrásetingunum, hava fingið ískoytisfóður.

 

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369