140x140

ULL TIL SØLU Á BÚNAÐARSTOVUNI

Búnaðarstovan fer nú undir at selja ullina, sum varð savnað inn í ullarmóttøkuni í summar.

Í fyrstu syftu verður talan um at selja ull í leysari vekt, tað vil siga í smáum  mongdum heilt niður í 10 kg í einum sekki.

Talan er um 2 flokkar av ull:

  • 1. floks ull, skild í 6 ymiskar náttúrulitir, sum verður seld fyri 50,- kr. kg, íroknað MVG.
  • 2. floks ull, blandaðir litir, sum verður seld fyri 25,- kr. kg, íroknað MVG.

Møguleiki er at keypa slíkar smærri nøgdir av ull fram til 26. oktober 2018.

Eftir hetta verður restin av ullini boðin út í størri nøgdum.

Ullin í 1. flokki er væl egnað til alt ullararbeiði, m.a. sera væl egnað til at spinna og tílíkt. Hetta er besta ullin av føroyska seyðinum í ár, og er hon, sum sagt, skild í 6 ymiskar litir: svart, hvítt, ljósamorreytt, ljósa- og myrkagrátt og flekkutt.

Ullin í 2. flokki er skild frá, tí hon ikki er líka góð at fáast við, sum tann besta ullin. Serliga tí, at hon er tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni. Hon kann tó brúkast til grovari hondarbeiðið, ella sum ífylla til pútir og líknandi.

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og turr.

Ullin fæst til keyps á Búnaðarstovuni. Áhugað kunnu venda sær til Búnaðarstovuna á tlf. 479000 ella t-post: jj@bst.fo ella cr@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369