140x140

Soleiðis sær ein trílemba út í skannaranum

ÆRNAR Á BÚNAÐARSTOVUNI VIGAÐAR OG SKANNAÐAR

Týsdagin 7. februar 2017 vóru vit á fjalli at viga og skanna ærnar í Heygshaga – tilsamans 168 ær. Ærnar vigaðu 44,5 kg móti 45,8 kg í fjør. Búnaðarstovan hevur keypt nýggjan skannara, og hesaferð høvdu vit fingið íslendska serfrøðingin í skanning, Gunnar Bjørnson at leggja okkara manni, Eyðstein Jensen lag á. Gunnar ferðast um alt Ísland at skanna, og í fjør skannaði hann einar 100.000 ær.

Gunnar er so kønur í fakinum, at hann sá, at onkur ær hevur havt tvey lomb, men at annað er deytt, tí hann sá beinrestir av tí deyða lambinum . Hann sigur, at hetta er ikki óvanligt at síggja, so tað er væl hugsandi, at hetta er komið fyri hjá okkum fyrr. Skanningin vísti, at 165 ær eru kvidnar, harav eru 122 einlembur, 42 tvílembur og ein trílemba. Miðal lambatal er 1,2

Talvurnar niðanfyri vísa yvirlit yvir úrslitini frá skanningini býtt á ávikavist árgang og fylgir.

Mynd 1.  Úrslit av skanningini á Búnaðarstovuni 2017 býtt eftir árgangi. Myndin vísir tal av lombum.

 

Mynd 2. Úrslit av skanningini á Búnaðarstovuni í 2017. Prosent fyri hvønn árgang.

 

Mynd 3. Úrslit av skanningini á Búnaðarstovuni 2017 býtt eftir fylgjum. Myndin vísir tal av lombum.

 

Mynd 4. Úrslit av skanningini á Búnaðarstovuni 2017. Prosent fyri hvørt fylgi.

 

 

 

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369