140x140

PRÓGVHANDAN Á BÚNAÐARSTOVUNI

Mánakvøldið 3. juli 2017 fingu næmingarnir, sum hava gingið á landbúnaðarskeið á Búnaðarstovuni seinasta árið, prógv. Hetta skeiðið, sum er góðkent av Mentamálaráðnum, gevur førleika at festa øll festi í Føroyum, uttan tey við mjólkneytum.

Fakini, sum undirvíst verður í á skeiðinum eru: Lívfrøði og náttúra, Plantur, Búskapur, Húsdjór, Tøkni og  Øðrvísi landbúnaður. Skeiðið endar við, at hvør næmingur ger eina verkætlan.

Aftast frá vinstru: Heri Norðberg, Jenus í Trøðini, Hjørleivur H. Jensen, Bernhard Augustinussen, Thomas Finn Johannesen, Jann Fríði á Regni, Kjartan Atlason, Hanus Hansen og Jónleif Kass.

Mittasta rað frá vinstur: Benjámin Lydersen, René Hansen, Joan Hansen, Elspa Suffía Joensen, Bjartur Brekkstein, Jógvan Thomsen, Dánial Christoffersen, Jákup Suni Lauritsen, Fríða Joensen, Jóhann Samuelsen, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Pól Frits Høj, Bergur Robert Dam Jensen og Hervør Olsen.

Sitandi frá vinstru lærarar og leiðarar: Jens Ivan í Gerðinum, Snorri á Bøgarði, Jákup Bærentsen, Rólvur Djurhuus og Tróndur G. Leivsson.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369