140x140

3 FRAMLØGUR FRÁ BÚNAÐARSTEVNUNI 2018

Niðanfyri er møguleiki at blaða ígjøgnum tríggjar av teimum yrkisrættaðu framløgunum, sum vórðu hildnar á Búnaðarstevnuni á Skúlatrøð í Klaksvík tann 10. februar 2018.

Tann fyrsta framløgan er hon hjá norska djóralæknanum Arve Per Viken, ið greiddi frá um, hvussu norska djóravælferðarlógin frá 2010 verður umsitin í praksis úti hjá bóndunum á Vesturlandinum í Noreg.

Norska djóravælferðarlógin er fyrimynd fyri tí arbeiði, ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur staðið fyri við at evna til uppskot um nýggja djóravælferðarlóg fyri Føroyar til at avloysa galdandi Ll. um vernd av dýrum (djóraverndarlógina) frá 1985. Tí eru royndirnar av norsku lóggávuni, nú hon hevur nøkur ár á baki, ógvuliga viðkomandi fyri okkum.

Arve Viken hevur starvast í nógv ár sum eftirlitsmaður og ráðgevi í norska stovninum Mattilsynet, ið samsvarar við føroysku Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Tað er Mattilsynet, ið umsitur norsku djóravælferðarlógina.

Framløgan hjá Arve Viken kann heintast her.

Næsta framløgan er hon hjá Rólvi Djurhuus, landbúnaðarráðgeva og deildarleiðara á Búnaðarstovuni, ið greiddi frá teimum fyrstu úrslitunum av teimum innleiðandi fóðurroyndunum við seyði, sum Búnaðarstovan ger í Heygshaga í Kollafirði, og teimum ábendingum, ið hesar royndir geva. Framløgan ber heitið Fóður og lambatal. Búnaðarstovan hevur síðani 2012 skrásett vekt á seyðinum við jøvnum millumbili gjøgnum árið hvørt ár til tess at fáa fram vitan um vøkstur, hold og grundarlag undir eini sokallaðari vakstrarkurvu. Í fjør varð harnæst settur skjøtul á royndararbeiðið við ymsum fóðri til seyð fyri at kanna og lýsa neyvari um møguleikan fyri m.a. øktum lambatali. Enn er alt ov tíðliga at siga nakað hondfast um hesi viðurskifti, men framløgan hjá Rólvi umrøður m.a. nakrar ábendingar.

Framløgan hjá Rólvi Djurhuus kann heintast her.

Triðja framløgan er hon hjá Tróndi Leivssyni, stjóra á Búnaðarstovuni, ið greiddi frá teimum GIS-skrásetingum av dyrkaða lendinum í Føroyum, sum Búnaðarstovan fór undir á vári 2017. Endamálið við skrásetingunum er at lýsa støðuna nærri, viðvíkjandi hvat ið er av dyrkaðum lendi (t.v.s. lagt inn úr haganum), hvussu mikið av hesum ið er velt, hvussu mikið av tí velta bønum, ið er sligið o.s.fr. Lendið er eisini býtt upp í 3 bólkar: egnað til størri maskinamboð, egnað til smærri maskinamboð,  egnað til hondamboð. Somuleiðis vóru m.a. eplaveltur skrásettar, og har er áhugavert at síggja, hvussu ymiskar hesar eru kring landið. Í 2017 eydnaðist at skráseta dyrkaða lendið í Vága sýslu, Norðoya sýslu og í Sandoynni, og vónandi verða fíggjarvánir at halda fram við arbeiðinum í 2018. At enda í framløguni er ein lýsing av, hvussu stórir og ótroyttir møguleikarnir eru fyri munandi meira stráfóðurframleiðslu, um tann ósligni bøurin kring landið kom aftur í nýtslu.

Framløgan hjá Tróndi Leivssyni kann heintast her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369