140x140

RØKTARI TIL BÚNAÐARSTOVUNA

Søkt verður eftir røktara til Búnaðarstovuna. Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

Arbeiðið kemur í størstan mun at fevna um røkt av fjósi og haga og djórunum, sum har til hoyra, saman við verandi røktara. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, alt eftir hvør árstíðin er.

Krøv til umsøkjarar. Góðan kunnleika til landbúnað og hollar arbeiðsroyndir innan landbúnað.

Arbeiðstíðin er full tíð, svarandi til 39 tímar um vikuna.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Martin Andreasen, tlf. 299013 ella Rólv Djurhuus, tlf. 299012.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 3. apríl 2018.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369