140x140

STUÐUL TIL GRØNMETISFRAMLEIÐSLU 2018

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 eru játtaðar 800 túsund krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Játtanin er liður í ætlanunum hjá landsstýrinum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, har eitt av málunum er at økja um framleiðsluna av dygdargóðum føroyskum landbúnaðarvørum, harundir at framleiða grønmeti.

Játtanin verður umsitin av Búnaðarstovuni. Umsóknarblað við reglugerð fyri stuðulsjáttanini kann takast niður her. Freistin at søkja um stuðul er 13. apríl 2018.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369