140x140

STUÐUL TIL STRÁFÓÐUR 2018

Við heimild í § 5 í kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018 um stuðul til landbúnaðin, kann studningur verða latin til egið framleitt stráfóður:

§ 5. Studningur verður latin til føroyskt framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum og seyðahaldinum. Stráfóður er súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj.

Stk. 2. Studningur kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv frá Búnaðarstovuni.

Umsøkjarin skal vera bókhaldsskyldigur og meirvirðisskrásettur. Stráfóðrið skal mátast og neyt og seyður teljast beint eftir, at slótturin er liðugur.

Umsóknarblað kann takast niður her ella fást við at ringja ella skriva til Búnaðarstovuna. Umsóknarblaðið skal sendast Búnaðarstovuni í seinasta lagi tann 1. november 2018.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369