140x140

NÝGGJ JARÐHITASKIPAN Á BÚNAÐARSTOVUNI

Fyrisitingarbygningurin og verkstaðurin á Búnaðarstovuni eru nú hitað við eini umhvørvisvinarligari jarðhitaskipan.

Síðani seinast í august mánað eru ávikavist tann stóri fyrisitingarbygningurin á Búnaðarstovuni saman við verkstaðnum vorðnir hitaðir við eini grønari og umhvørvisvinarligari jarðhitaskipan. Talan er um einar uml. 950 m2, harav upphitað gólvvídd eru einir uml. 750 m2.

Búnaðarstovan stóð klár at taka í nýtslu á heysti í 1987, og á heysti í 2015 var støðan vorðin hon, at ávikavist bæði skorsteinur, ketil, oljufýr og oljutangi tørvaðu stórliga at verða skift út. Ein meting vísti á, at nýggj samsvarandi útgerð ivaleyst fór at kosta í minsta lagi kr. 250 túsund.

Nakað seinni fekk Búnaðarstovan áhugaverdan fyrispurning frá Jarðfeingi, ið tá sat fyri orkumálum, um loyvi at bora eitt 200 m djúpt hol í túninum, sum skuldi nýtast til ávísar kanningar viðvíkjandi jarðhita, grundvatni o.tíl.

Hettar kanningararbeiðið styrkti fatanina av, at stundin ivaleyst var komin til, at Búnaðarstovan átti at fáa sær eina nýggja og frameftirlítandi, grøna og umhvørvisvinarliga orkuskipan, heldur enn at endurnýggja við eini sokallaðari svartari oljuskipan.

Búnaðarstovan (BST) er fakmálastovnur undir Fiskimálaráðnum, og í Fiskimálaráðnum var full undirtøka fyri hesum sjónarmiðinum.

Landsverk (LV) hevur ábyrgd av bygningunum á BST, og tí varð samband tikið við LV um málið.

Landsverk tók somuleiðis væl undir við ætlanini, og LV gjørdi á heysti í 2017 eina verkætlanarlýsing av málinum. Hendan skuldi nýtast ávikavist sum grundarlag undir lýsing av fíggingartørvinum og sum útbjóðingartilfar.

Samlaði kostnaðurin varð mettir til uml. kr. 900 túsund, og av hesi upphædd mátti BST fáa til vega kr. 700 túsund, meðan LV megnaði at fíggja restina yvir sín viðlíkahaldsrakstur av almennum bygningum. Ein meting frá orkumyndugleikanum í januar 2016 vísti, at íløgan í eina nýmótans jørðhitaskipan til BST kundi vinna seg inn aftur eftir uml.  10 – 15 árum. Fiskimálaráðið fekk á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 játtan til tann partin, ið BST hevur rindað fyri arbeiðið. Nú arbeiðið er liðugt, vísir endaliga uppgerðin av kostnaðinum seg at gerast kr. 1.077 túsund, tá ymisk neyðug eyka arbeiðir komu afturat. Uppgávan í sjálvum útboðnum gjørdist sambært LV eini 5% omanfyri upprunaligu metingina.

Landsverk hevur verið verkætlanarleiðari og byggiharri, við uttanhýsis tænastu til ráðgeving og eftirlit frá PB Consult.

Umframt tað jarðholið, ið borað varð í 2016, eru 4 hol boraði aftrat, soleiðis at jarðhitaveitingin byggir á orku úr íalt 5 boriholum, sum hvørt eru 200 m. djúp. Tað er Sp/f Jarðhiti, ið hevur borað øll holini.

P/F Maria Poulsen vann útboðið at gera sjálva jarðhitaskipanina til BST, og arbeiðið at taka ta gomlu hitaloysnina niður byrjaði á vári í 2018.

Tann nýggja, frameftirlítandi, grøna og umhvørvisvinarliga orkuskipan varð sett í gongd seinast í august mánað 2018. Onkrar sokallaðar “barnasjúkur” hava verið, treyðugt so, men sum heild hevur gingið væl, og starvsliðið á BST hevur longu vant seg við nýggju umstøðurnar; har tað serliga er talan um broytingar viðvíkjandi stilling av radiatorum og nýtsluna av heitum kranavatni, ið ein skal venja seg við.

Til tess at kunna gagnnýta jarðhitaskipanina á BST sum part av einum vitanardepli fyri menning av umhvørvisvinarligum orkuloysnum, hevur LV latið monterað serstakar dátuloggarar á øll týðandi støð í skipanini, soleiðis at viðkomandi dátur talgilt og sjálvvirkið kunnu verða atgongdar hjá ávikavist bæði LV og BST, men somuleiðis fyri øðrum viðkomandi støðum, so sum orkumyndugleikanum, granskingini, vinnuni o.tíl.

Tíðarskeiðið 2010 – 2017 var oljunýtslan til upphiting av fyrisitingarbygninginum og verkstaðnum í miðal uml. 21.799 litrar um árið. Árligi miðalkostnaðurin hettar tíðarskeiðið undir einum var á leið kr. 117.929, t.v.s. uml. kr. 9.827 fyri hvønn mánaðin, uttan MVG.

Samanbera vit streymnýtsluna fyri september og oktober í 2017 við streymnýtsluna fyri september og oktober í 2018, er miðal meirnýtslan í 2018 uml. 5.209 kilo Watt tímar (kWt) um mánaðin. Ein kWt kostar BST uml. kr. 0,88 uttan MVG og fasta gjaldið, so meirnýtslan av elorku orsakað av nýggju jarðhitaskipanini tykist at kosta BST uml. kr. 4.584 hvønn mánað.

Við hesi nýggju, grønu og umhvørvisvinarligu jarðhitaloysnini sær tað tí út til, undir verandi fortreytum, at BST kann vænta sær eina mánaðarliga sparing í hitaútreiðslunum svarandi til uml. kr. 5.243 pr. mðr. samanborið við oljuútreiðslurnar farna 8 ára skeiðið. Hesar spardu krónurnar í upphiting kunnu hinvegin gagna stovninum væl sum ábót til aðrar fakligar uppgávur, sum liggja á láni orsakað av ov trongari játtan.

Búnaðarstovan vil nýta høvið at takka øllum pørtum, stovnum, fyritøkum og einstaklingum, sum hava verið við í verkætlanini, fyri gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði.

Nú verður spennandi at fylgja við, hvussu skipanin fer at roynast í verki tekniskt sæð, men ikki minni, hvussu orkuvinalig og fíggjarliga munadygg hon verður.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369