140x140

ULL TIL SØLU

Búnaðarstovan lýsir við hesum ullina, sum savnað varð inn í Ullarmóttøkuni í 2018, til sølu.

Talan er um góða, føroyska ull, ið er flokkað í 2 flokkar eftir dygd:

1. flokkur: ull skild í 6 ymiskar náttúrulitir: hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt, myrkamorreytt og flekkut.

2. flokkur: ull í litblanding.

Ullin í 1. flokki er skild og góðskumett eftir gomlum siði til at vera av bestu dygd. Ullin í 2. flokki er skild frá, serliga tí at hon er nakað tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni.

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og nosslig. Turra ullin er pakkað í stórballir, sum flestar viga millum 125 – 175 kg hvør, onkrar tó minni ella meira. Ballurnar máta umleið: 80 x 80 x 140/150 cm.

Neyvt yvirlit er til taks her, sum vísir hvørja ballu sær við ávikavist nummari, vekt, flokki, og fyri 1. flokk somuleiðis liti.

Ein balla av hvørjum slagi stendur frammi soleiðis, at áhugaðir keyparar kunnu skoða innihaldið.

Nøgdin, sum verður seld, er hendan:

 

Litur:

Hvítt

Ljósagrátt

Myrkagrátt

Ljósamorreytt

Myrkamorreytt

Flekkut

Fyrsti flokkur:

Tal av ballum:

35 stk.

21 stk.

15 stk.

10 stk.

8 stk.

15 stk.

 

Kilo íalt:

5.690 kg

3.391 kg

2.529 kg

1.756 kg

1.331 kg

2.476 kg

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Litur:

Litblanding

 

 

 

 

 

Annar flokkur:

Tal av ballum:

44 stk.

 

 

 

 

 

 

Kilo íalt:

6.004 kg

 

 

 

 

 

Sølutreytir:

Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, ið skal latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 19. desember 2018 kl. 15.00.

Búnaðarstovan miðar eftir einum minstaprísi áljóðandi ávikavist kr. 7,00 pr. kg av ull í 1. flokki og kr. 1,50 pr. kg av ull í 2. flokki, umframt MVG.

Tað hevur alstóran týdning fyri Búnaðarstovuna at selja alla ullina. Tí skilar Búnaðarstovan sær rætt til at velja tað ella tey tilboð framum, ið samlað sæð veitir/veita bestu søluinntøkuna fyri alla ullina á hesum sinni.

Netto kontant gjald seinast 10 yrkadagar frá fakturadato; veitir keyparin í hesum tíðarskeiði bankatrygd fyri fakturaupphæddini, kann Búnaðarstovan veita 12 mðr. gjaldsfreist. Eftir falna freist er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.

Vøran kann heintast við framvísing av gjaldskvittan/bankatrygd fram til í seinasta lagi 1 mðr. eftir fakturadato; eftir falna freist er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.

Vøran kann heintast gerandisdagar Ex Works (Incoterms 2010) lagur hjá Búnaðarstovuni, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, Føroyar.

Ósemjur skulu viðgerast í Føroya Rætti.

Heldur keyparin ikki sølu- og gjaldstreytirnar, tilskilar Búnaðarstovan sær óskerdan rætt at ógilda søluna til viðkomandi.

Meira fæst at vita á Búnaðarstovuni. Áhugað kunnu venda sær til Dortheu Joensen á tlf. 299019 ella t-post: dj@bst.fo

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369