140x140

BROYTT AVGREIÐSLA Á BÚNAÐARSTOVUNI

Sum ein avleiðing av tilmælunum frá landsins myndugleikum, broytir Búnaðarstovan avgreiðsluhátt í eina tíð, í fyrstu syftu fram til mánadagin hin 30. mars 2020.

Avgreiðslan verður hesa tíðina skipað soleiðis, at eingin beinleiðis móttøka verður á Búnaðarstovuni, tó kann postur latast í postkassan hjá Búnaðarstovuni, sum verður tømdur dagliga.

Telefonin svarar sum vant millum kl. 9.00 á morgni til kl. 15.00 seinnapartin yrkadagar. Til ber eisini at senda teldupost og telefaks. Starvsfólkini eru sum vant tøk í vanligari arbeiðstíð umvegis telefon ella teldupost.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369