140x140

ÆRSVEKTIR 1. APRÍL 2020

1. apríl 2020 vóru vit á fjalli og góvu heilivág, og tá vigaðu vit eisini ærnar. Tær vigaðu 52,0 kg í miðal. Hetta er 4,7 kg meira, enn tá vit skannaðu 12. februar, men 4,8 kg minni enn, tá vit vóru í skurðfjalli.

Ærnar viga 1,7 kg meira enn somu tíð í fjør. Hetta er triði vetur, vit hava givið ónum kraftfóður frá  november til januar, t.v.s. umleið ein mánaða longri enn undanfarnu ár, tá vit góvu frá fyrst í november til hálvan desember. Í vetur fingu tær kraftfóður frá 14. november 2019 til 10. januar 2020.

Gongdin frá skurðfjalli til mars hevur verið hendan trý tey seinastu árini (eingin viging í nov 17):

Mynd 1. Vekt á óm frá skurðfjalli til mars/apríl

Vert er at leggja í geyma, at 72 av teimum 160 ónum, sum vóru viðgjørdar hendan dagin, hava verið inniføddar frá 25. november 2019. Tær 72 inniføddu ærmar eru býttar soleiðis millum tríggjar árgangir:

26 ær frá 2016

27 ær frá 2018

19 gjólingar frá 2019.

Vit holdmettu (HM) eisini ærnar, og tær 88 ærnar, sum eru í haganum, vórðu mettar til HM ≤ 2,0, meðan tær 72, sum eru inni, vórðu mettar til HM ≥ 2,5.

Meira kunning um HM kann lesast her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369