140x140

NÚ ER IKKI LONGUR LOYVT AT SKJÓTA GRÁGÆS Á VELTUM LENDI!

Í 2014 var heimild givin sbrt. fuglaveiðulógini til at veita loyvi at skjóta grágæs á veltum lendi í teimum førum, har grágæsnar gjørdu skaða á avgrøðina.

Hendan heimild var galdandi til 2017, og hon varð síðani longd til 31. mai 2020. Sostatt er heimildin farin úr gildi, og tískil er ikki loyvt at skjóta grágæs nú.

Búnaðarstovan hevur fingið fyrispurningar um loyvi at skjóta grágæs, men kunnu vit ikki veita tílík loyvi nú, tí lógin, sum heimilaði hesum, er farin úr gildi.

Nýggj heimild krevur lógarbroyting frá Løgtinginum, og orsakað av serstøku umstøðunum í vár og summar, verða ikki stundir til tess í hesi tingsetuni.

Sostatt kann ikki væntast, at nýggj loyvi at skjóta grágæs á veltum lendi kunnu verða veitt fyrr enn í fyrsta lagi aftur í heyst.

Tit, sum høvdu loyvi at skjóta grágæs á veltum lendi í 2019, og ikki enn hava latið Búnaðarstovuni tal á skotnum gásum, verða biðin um at senda okkum hesar upplýsingar sum skjótast.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369