140x140

Seyðasýningar

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum, og aftaná savnast teir á Búnaðarstovuni at avgera, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Dómaraúrslit og frágreiðingar eru fyri hvørt ár við landsseyðasýningum.

Mannagongdir, krøv og reglugerðir fyri seyðasýningar eru at síggja her:

Reglugerð fyri hvussu ein brundseyður skal síggja út

Reglugerð fyri árligu landsseyðasýningina

Sýningarøki

Atgonguseðil til landsseyðasýningina

Hvussu kunnu vit gera seyðasýningarnar betri?

Hvussu kunnu vit gera seyðasýningarnar betri?

Keyptir brundseyðir

Eitt ivamál, sum hevur stungið seg upp í samband við landsseyðasýningina, er, um keyptur seyður skal hava atgongd til landsseyðasýningina ella ikki.

Búnaðarstovan hevur viðgjørt spurningin og kom skjótt til ta niðurstøðu, at sjálvandi skulu keyptir seyðir hava atgongd eins og annar seyður, tí endamálið við landsseyðasýningini er at finna vakrastu brundseyðirnar í landinum.

Tað eru vakrastu seyðirnir á teimum lokalu sýningunum, sum koma til landsseyðasýningina,og tað eru góðkendir sýnsmenn, sum útskriva góðkenningarseðilin.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369