140x140

Virði á yvirkoyrdum seyði

Seinastu dagføringarnar fyri yvirkoyrdan seyð vóru í 2006. Fyri at fylgja prístalsvøkstrinum í samfelagnum er Búnaðarstovan komin til ta niðurstøðu at endurgjaldið fyri yvirkoyrdan seyð skal dagførast. Upphæddirnar á dagføringini eru grundaðar á tað álit, ið fyrrv. landsdjóralækni D. J. Bærentsen handaði Føroya Rætti í 1971. Hetta álit, sum er sett upp sum ein frymil og tískil kann nýtast óheft av tíð og stað, vilja vit nýta sum fordømi.

Frymilin tekur støði í hesum:

um 1 gjólingur misferst = 2 lomb færri at taka

um 1 gimbur ella 2v – 5v ær misferst = 3 lomb færri at taka

um 1 avdeyðaær misferst = 1 lamb og 1 ær færri at taka

Yvirhøvur vigar ein miðal avdeyðaær um 30% meiri enn eitt miðal lamb úr sama haga. Umframt sláturvirði – miðalvekt x kjøtprís - hevur hvør lívseyður eitt alivirði. Sleppingarlambið er úrvalt sum tað besta at bera góða íløgu til avkomið. Alivirði er munurin millum sláturvirði og søluprís á sleppingarlombum, sum vanliga liggur um 30% omanfyri mettan søluprís.

Eftir hesum verður virðið av:

1 gjólingi = 2 lomb + 30/100 lamb x kjøtprís

1 gimbur ella 2v – 5v ær = 3 lomb + 30/100 lamb x kjøtprís

1 avdeyðaær = 2 lomb + 30/100 lamb x kjøtprís

Veðrur og veðragólingur (brundur) verður mettur sama virði eins og gimbur ella 2v – 5v ær. Miðal lambsvekt er um 16kg, og hava vit á Búnaðarstovuni gjørt eina kanning í ár millum fleiri bøndur runt landið og eru vit komin til, at miðal kilo prísur fyri feskt kjøt er 93 kr/kg.

Royndarhagin hjá Búnaðarstovuni, Heygshagi, ið er ein miðal hagi, verður nýttur til grundarlag fyri miðal sláturvekt á lombum og verður vektargrundarlagið bygt á miðal sláturvekt fyri trý tey seinastu árini. Triðja hvørt ár skulu prísir regulerast í mun til prístalsstigið í samfelagnum.

Við hesum skal sostatt boðast frá, at prísirnir fyri yvirkoyrdan seyð í 2016 til og við 2019 eru teir, í kassanum niðanfyri standandi prísir, og verður hettar dagført við ársenda 2019.

 

Endurgjald fyri yvirkoyrdan seyð 2016 - 2019

Lamb áðrenn 20/9

=

 

1488 kr

1 gjólingur

=

2 lomb + 30% lamb x kjøtprís

3422 kr

1 gimbur ella 2-5 vetur ær

=

3 lomb + 30% lamb x kjøtprís

4910 kr

Brundur

=

3 lomb + 30% + blóðroynd, lamb x kjøtprís

5285 kr

1 avdeyðaær

=

1 lamb + 1 ær (30% hægri vekt enn lamb) lamb x kjøtprís

3422 kr

 

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369