140x140

Úrslit 2014

Royndir við ymiskum eplasløgum 2014

Í ár vóru royndir gjørdar við 23 ymiskum eplasløgum, sum vant bæði í flagveltu á Miðgerði og í hyppiveltu á Sandi.

Veðrið hevur verið gott í summar, hitin hevur verið nakað oman fyri miðal og passaligt av vætu er komið niður. Av tí at svartaspilla heldur ikki hevur gjørt nógv um seg í ár, skuldi hetta verið eitt avbera gott eplaár. Men nakað nógvur vindur var aðru viku í august, sum gjørdi, at bløðini fóru illa og steðgaði vøksturin heilt nógva staðni. Úrtøkan bleiv tí ikki meir enn eitt miðal ár. Í flagveltuni var miðal úrtøkan 11 fold, meðan hon í moldveltuni var 14 fold.

Nýggj sløg góð: Í flagveltuni vóru 3 av teimum 5 bestu nýggj, bara Mette var á hædd við tey bestu av teimum nýggju. Í hyppiveltuni vóru 2 av teimum bestu nýggj, meðan Folva, Destiny og Mette vóru beint undir teimum. Vit vita tó ikki um ella nær hesi nýggju sløg verða at fáa sum setepli.

Tilmæli til flagveltu: hvítu eplini - Mette, Folva, Destiny, Hanna og Carolus og reyðu eplini - Raja, Oleva og Esmee.

Tilmæli til hyppiveltu: somu eplini, tó er Raja ikki væl egnað at brúka í moldveltu, tí tey ofta fáa skrubb.

Nøkur av eplasløgunum hava ov nógv smá epli, meðan hjá øðrum sløgum, t.d. Carolus hava 90% av eplunum eina passandi stødd. Esmee, Mette og Hanna hava nógv stór epli.

Soppur: Aftir í ár hevur rótasoppur verið at sæð í nøkrum av veltunum. Eyðkennið fyri rótasopp eru ein rúgva av smáum eplum undir hvørjum slokki og grøn vanskeplaði epli á slokkunum. Tað ber til at fyribyrgja sjúkuni við at viðgera seteplini við soppadrepandi evni, áðrenn sett verður niður.

Taðing: Ov nógv taðing gevur sum oftast nógva frukt, men góðskan verður ikki av tí besta, eplini verða ofta vatnutt. Djóratøð kunnu brúkast, men er tá ofta torført at finna passandi nøgdina av tøðum. Tað mest vanliga er at nýta handilstøð. Tá er best at brúka NPK 14-03-15, sum oftast verða kallaði eplatøð. Har er ikki so nógv klor í. 50 gram av eplatøðum er passandi mongd til hvørt setepli.PTH

Við at trýsta her, síggjast talvurnar við yvirlitið yvir úrtøkuna í báðum veltunum.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369