140x140

Undirvísing og skeiðvirksemi

Bygningarnir hjá Búnaðarstovuni vóru tiknir í nýtslu 25. september 1986. Endamálið við bygningunum var at skipa karmar fyri eini royndarstøð innan landbúnaðin. Fyrisitingarbygningurin er sera praktiskt og væl innrættaður, við bókasavni, fundar- og undirvísignarhølum við egnari inngongd og tilhoyrandi toiletviðurskiftum. Aftrat fyrisitingarbygninginum er hugnaligur millumbygningur og køkur við skiftingarrúmum og starvsfólkainngongd. Rundan um bygningarnar eru sera góð parkeringsviðurskiftir, vítt og frítt um til allar síður.

 

Búnaðarstovan leggur dent á at tæna áhugamálunum innan landbúnaðargeiran, men av tí at vit av og á fáa fyrispurningar um útleigu av hølunum til onnur endamál, hava vit roynt at skipa viðurskiftini og kunngera tey soleiðis, at øll kunnu kunna seg við treytirnar.

 

Í hesum sambandi hava vit gjørt faldara við treytum og leiguprísum, sum kann takast niður her.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369