140x140

Búnaðarstovan

Búnaðarstovan heldur til Frammi í Dal í Kollafirði. Virksemið fevnir í høvuðsheitum um ávikavist bæði landbúnaðarroyndir og -ráðgeving, og um fyrisiting av allari landsjørðini (festijørðini) og av stuðulsveitingum til føroyska landbúnaðin. Til stovnin hoyrir hagi (Heygshagi), bøur, fjós og løður, og ein vælútgjørdur fyrisitingarbygningur við skrivstovum og ymsum serhølum, eitt nú eini vælútgjørdari skúlastovu til undirvísingar- og fundarvirksemi.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369