140x140

Hagin hjá Búnaðarstovuni

Heygshagi er hagin, sum hoyrir til Búnaðarstovuna. Hann er matr. nr. 318a, er 4 merkur og ber 180 áseyðir. Í neðra hevur hagin mark fram við Dalánni móti Sjóvarhaga, fremra parti og Sjóvarhaga, niðara parti. Hann hevur mark móti Oyrareingjahaga úr Dalánni fram við Hundsá og haðani niðan á Skælingsfjall beint norðanfyri Eyguni í Skælingi. Vestureftir hevur hann mark móti Skælingshaga, norðara parti og Leynahaga, uttan fyri húsini, og úr Sátuni og oman í Kollfjarðardal hevur hann mark móti Leynahaga, framman fyri húsini.

Heygshagi, Skælingsfjall til høgru á myndini, Stallur til vinstru

 

Heygshagi, Sátan mitt á myndini

 

Hagin er býttur í tríggjar gongur, Fremsta, Mittasta og Sunnasta. Trý seyðahús eru í haganum, og harumframt verður fjósið brúkt at føða seyð inni í, og har er eisini gjørd nýggj, nútímans rætt við nógvum rúmum, sum verður brúkt til allar gongurnar.

Rættin

 

Seyðurin  verður røktaður soleiðis, sum vanligt er í Føroyum. Hann gongur úti alt árið. Súrhoyggj ella hoyggj verður givið, um kavi liggur, og ískoytisfóður verður givið í hálvantriðja mánað frá fyrst í mars.
Allur áseyður og lomb verða brúkt í royndum og verkætlanum. Fyri at fáa neyðugt grundarlag undir royndunum, verður alt seyðahaldið gjølla skrásett. Tær fyrstu skrásetingarnar og royndirnar eru byrjaðar í 2010, og hvør royndin varar í fleiri ár, so enn eru eingi endalig úrslit tøk, men fyribilstøl verða kunngjørt á heimasíðuni og í framløgum.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369