140x140

Upprit um innannøring hjá føroyskum rossum

Elisabet Thomsen, lívfrøðilesandi á Fróðskapasetri Føroya, hevur verið so beinasom at loyva Búnaðarstovuni at nýta upprit hennara, “Innannøring hjá føroyskum rossum” frá 2016, sum alment kunningartilfar um evnið til at leggja út á heimasíðuna hjá BST.

Uppritið viðgerð ítøkiliga innannøringsspurningin í stovninum av tí gamla føroyska rossaslagnum, “Føroyska Rossið”, men uppritið lýsir somuleiðis fleiri av teimum meira almennu hugtøkunum og spurningunum innan húsdjóraaling í síni heild, og mátbæri av hesum eins og tulking av innannørings virðum.

Uppritið er eitt frálíkt høvi at kunna seg um hesi viðurskifti á føroyskum máli, og eigur tí at hava áhuga hjá øllum teimum, ið fáast við húsdjór og húsdjóraaling. Á alnótini kann ein heinta sær hópin av fakligari vitan um evnið, og á heimasíðuni hjá eitt nú Encyclopædia Britannica er ein frálík og umfatandi lýsing av evninum húsdjóraaling, sí : https://www.britannica.com/science/animal-breeding

 

Tey, ið ynskja meiri kunnleika um evnið, eru vælkomin at venda sær til landbúnaðarráðgevan á Búnaðarstovuni. Somuleiðis ber til at venda sær til Elisabeth á teldupostadressuni: elisabet_thomsen@yahoo.dk

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369