140x140

Lýsing av Búnaðarstovuni

Búnaðarstovan er stovnur undir landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum og skipað sambært ásetingum í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð. Við heimild í hesi løgtingslógini fyrisitur Búnaðarstovan alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni, herundir kommununum.

Virksemið á Búnaðarstovuni fevnir eisini um landbúnaðarráðgeving, landbúnaðarroyndir og gransking, og um undirvísing og skeiðvirksemi v.m.

Búnaðarstovan umsitur eisini árligu studningsjáttanina til landbúnaðarvinnuna v.m., sum verður veitt við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003.

Stovnurin røkir eisini ymsar aðrar myndugleikauppgávur.

Teldupostur til Búnaðarstovuna, sum skal journaliserast í samband við málsviðgerð, skal sendast til bst@bst.fo

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369