Landbúnaðarroyndir & ráðgeving
Búnaðarstovan ger royndir innan landbúnað og veitir ráð um landbúnað, við tí endamáli at vera við til at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu. Flestu landbúnaðarroyndir eru tíðarkrevjandi og kostnaðarmiklar at gera, og tær verða partvís fíggjaðar av løgtingsfíggjarlógini og partvís við uttanhýsis játtan frá ymiskum grunnum. Nevnast kunnu Granskingarráðið, NORA og NPA.
Miðað verður ímóti at ráðgeva innan allar greinar í landbúnaðinum. Ráðgevingin er grundað á bæði egnar royndir og vitan, sum vit fáa aðrastaðni.
Búnaðarstovan skipar eisini fyri skeiðsvirksemi innan landbúnað.
Á Búnaðarstovuni starvast tveir landbúnaðarráðgevar umframt onnur starvsfólk við royndum í landbúnaði.