140x140

Nútímans rætt á Búnaðarstovuni

Vit eru farin at gera neyvar skrásetingar av seyðahaldinum í Heygshaga við tí í hyggju, at kunna gera ymiskar royndir við seyði. Til hetta arbeiði krevst nýggj rætt við góðum útbúnaði til skráseting, máting og viging. Og ein fyritreyt fyri, at slíkt arbeiði verður gjørt til lýtar, er, at arbeitt verður innandura.

 

Rættin

 

Í 2012 gjørdu vit nýggja rætt inni í tí stóru høllini í fjósinum. Rættin er 12x15 metrar og er býtt upp í 5 rúm – eitt stórt og fýra smá, og tey eru gjørd soleiðis, at seyður lætt kann rekast úr einum rúmi í annað, og dentur er lagdur á, at innrætta soleiðis, at eingin seyður má lyftast.

 

Sloka til seyðin - 38 cm breið

 

Seyðavekt

 

Tá seyðurin skal býtast í bólkar, verður hann rikin úr tí stóra rúminum gjøgnum eina sloku og beint inn í eina vekt. Har verður hann vigaður og síðani beindur gjøgnum slokur inn í rúmið, har hann skal vera. Slokan er so smøl – 38cm – at seyðurin ikki fær snarað sær á og vent við, men teir mugu ganga sama veg aftaná hvørjum øðrum. Rættin er gjørd úr timbri og er gjørd soleiðis, at hon kann takast niður og beinast til viks, um so er, at rúmið skal brúkast til annað endamál. Rættin er sett á verandi betonggólv, og í nøkur av rúmunum er strekkmetal lagt omanyvir.
 
Ætlanin er, at rættin og útbúnaðurin eisini skulu kunna brúkast um veturin til seyð, sum gongur út og inn, soleiðis at vit eisini kunnu viga og skráseta ymist um veturin.


Rættin bleiv tikin í nýtslu í várgongu í 2012, og verður brúkt aftur, nú heystfjøllini byrja.  Royndirnar higartil vísa, at rættin hevur roynst væl. Fjósið stendur innangarðs góðar 100 metrar niðanfyri bøgarðin, og tí var neyðugt at gera viðtøkugarðar at leiða gonguna oman í rættina, og hetta bar væl til. 
 

Strekkmetal omanyvir betonggólvið

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369