140x140

Fóðring undan brundtíð

Aðrastaðni verður dentur lagdur á at fáa ærnar at lemba fleiri lomb og verður hetta nevnt "flushing", og bestu ráðini eru at fóðra ærnar væl áðrenn brundtíð. Í Føroyum lemba ærnar vanliga bert eitt, og endamálið við hesari royndini er at staðfesta, hvussu ymisk fóðring ávirkar lambatalið. Hagarnir í Føroyum eru ógvuliga ymiskir, og ætlanin við hesari royndini er ikki at áleggja nøkrum nakað, men bert vísa á um fóðring áðrenn brundtíð ávirkar lambatalið. Royndin hevur verið gjørd í fýra ár og verður endurtikin eitt ár aftrat fyri at fáa so álítandi tøl sum gjørligt. Hjørdis H. Jensen, búfrøðikandidatur stendur fyri royndini. Frágreiðing um royndina og fyrstu úrslitini kunnu síggjast her.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369