Ávirkan av grágás á grasvøkstur á bønum
Spurningur
Hvørja ávirkan hevur grágás á grasvøkstur í bønum, og hvussu ávirkast grasúrtøkan?
Tíðarskeið
2012-2015.
Orsøkin til royndina
Grágásin tók at nørast í Føroyum í 1980unum. Áðrenn hetta var hon sera sjáldsom. Okkurt hendinga par var at síggja um várið og heystið og altíð langt burtur frá fólki og bygdum øki. So við og við gjørdist hon naskari og fór at leggjast í bøin, serliga væl taðaðan bø við nógvum grasvøkstri. Seinast í 80unum byrjaðu bøndur so smátt at merkja trupulleikarnar av gæsnum. Talið er vaksið á hvørjum ári, og nú eru tær ein stórur trupulleiki hjá bóndum og elva til peningaligan miss.
Tað eru serliga mjólkneytabøndurnir, sum merkja sviðan. Teir hava allir tørv á nógvum grasi, og taða tí bøin væl og nógvir sláa sama stykki tvær ferðir sama ár – onkuntíð tríggjar ferðir.
Endamál við royndini
Tá royndin byrjaði, var grágásin friðað, og bøndur sóknaðust eftir einari broyting í fuglaveiðilógini, sum kundi geva teimum loyvi til at skjóta eftir gæsnum, tá tær eru í bønum, fyri at styggja tær út í hagan. Endamálið við royndini var at fáa tøl til vega, sum kundu vera grundarlag undir arbeiðnum við lóggávuni á hesum øki.
Mannagongd
Royndin var gjørd hjá Jógvan Joensen á Sandi á bø, sum er friðaður fyri seyð alt árið. Har vóru tólv royndarpuntar gjørdir á tveimum stykkjum. Helvtin av teimum vóru girdir við 60 cm høgum høsnahegni, og tráður spentur yvir, so gæsnar ikki sluppu til puntin. Hin helvtin var avsett við einum lítlum pinni í hvørjum horni, soleiðis at gæsnar høvdu fría atgongd til puntin. Annað royndarstykkið bleiv sátt við grasfræ í 2012 (her nevnt nýggjur bøur), og hitt var sátt fyrr (her nevnt eldri bøur). Alt økið er taðað eins.
Skrásetingar
Skrásetingarnar vardu í trý ár, frá 2013 til 2015. Samstundin sum bóndin slerdi bøin, varð grasið í royndarpuntunum eisini sligið. Tað bleiv vigað nýsligið, síðani turkað í ovni til øll vætan var farin úr og so vigað aftur. Síddin á grasinum á bønum var máld nakrar ferðir veturin 2012/13. Samansetingin av grassløgum var máld í 2013.
Úrslit
Nýggi bøurin varð sligin 2 ferðir í 2013. Hini árini varð hann sligin einaferð um árið. Eldri bøurin bleiv sligin einaferð um árið øll royndarárini. Úrslitini vístu rímiliga stóran mun í úrtøku millum friðaðu økini og tey, har gásin sleppur til.
Úrslitini vísa, at 1. árið á nýsáddum bø er munurin í úrtøku sera stórur millum økini, sum hava verið friðað fyri gás og tey, har gásin sleppur framat. Samlaða úrtøkan 1. árið var 14.591 kg av turrevni/ha (ha=10.000m²) á friðaðu økjunum og 9.605 kg, har gásin sleppur til. Annað og triðja árið er munurin minni. Í prosentum gevur friðaður bøur 52 prosent meira 1. árið, 24 prosent annað árið og triðja árið er munurin 21 prosent. Á tí eldra bønum var munurin 17 prosent í miðal fyri tey trý royndarárini.
Talva 1. Grasúrtøka á nýveltum bø trý tey fyrstu árini við og uttan gásabit.
Talva 2. Miðalúrtøka fyri árini 2013, 2014 og 2015 á eldri bø við og uttan gásabit (ein slóttur um árið).
Talva 3. Sídd á grasi við og uttan gásabit 1. árið á nýggjum bø.
Talva 4. Ávirkan av gásabiti á ymisku grassløgini 1. árið á nýggjum bø.
Mynd 1. Nýggjur bøur. Innanfyri hegnið er friðað fyri gás. Uttanfyri sleppur gásin til. Ovara myndin er tikin 26. mars 2013, tann niðara myndin er tikin 11. mai 2013