140x140

Seyðahald í Noregi 2017

Seyðahald hevur djúpar røtur í norskum landbúnaði, og eitt av teirra landbúnaðarpolitisku málum er at menna seyðahaldið bæði fyri at betra sjálvbjargni og fyri at gagnnýta tað grastilfeingi, sum annars ikki kemur til nyttu. Eitt gott dømi um hetta er at nýta tær ovurhonds stóru víddirnar, teir hava av óveltum fjallalendi til summarbeiti hjá seyði. Í blaðnum Norsk Landbruk hevur blaðstjórin Camilla Mellemstrand skrivað greinar um fleiri bøndur í Noregi, sum hava bygt nýggj seyðahús. Í greinunum vísir Camillaeisini nágreiniligt yvirlit yvir fíggjarligu fyritreytirnar hjá gørðunum, t.d. prísir, studningar, kostnaðir, rakstrarætlanir og skiftisavlop v.m.

Vit lesa um tríggjar ungar bóndur/bóndahúski í Hellebygda í Setesdalinum, sum øll hava bygt nýggj seyðahús, Egil Åmlid, Steinar Føreland Straume og Tor Espen Helle/Siv Madsen. Á tveimum av gørðunum høvdu tey mjólkneyt frammanundan, men hava nú selt mjólkarkvotuna fyri at leggja seg eftir seyðahaldi burturav.

Seyðahúsini, talan er um, eru stórar hallir – 50 metrar langar og 15 metrar breiðar, og hallirnar kunnu leingjast, um tørvur verður á tí. Gólvini er rimagólv av plastikki, og húsini eru býtt upp í rúm til einar 18 seyðir hvørt. Framvið aðrari langsíðuni á hvørjum rúmi er fóðurgongd, og framvið hinari eru slokur, har til ber at reka seyðin ígjøgnum í samband við ymiska røkt, so sum royting, at geva heilivág, skanning v.m. Allar ærnar lemba inni, og í lembingini verður hvørt rúmið býtt upp í fleiri smærri eindir.

http://www.norsklandbruk.no/nyhet/video-trippel-sauesatsing-i-setesdal/

Í øllum seyðahúsunum geva tey súrhoyggj í stórum ballingum, og øll hava tey eina væl mekaniseraða fóðurlinju. Stein hevur ein súrhoyggjarívara, har hann koyrir ballingarnar uppí við traktori. Síðani verður súrhoyggið í ballinginum rivið sundur og stroytt niður á eitt flutningsband, sum gongur eftir krubbuni. Hjá Egil hongur ein fóðurvognur í skinnara undir loftinum og fer allan vegin yvir krubbunum og gevur.  Hann koyrir ballingarnar uppí vognin við talju. Tor Espen og Siv hava ein fóðurblandara, sum tekur 15 rúmmetrar. Har blanda tey súrhoyggj og kraftfóður, sum verður stroytt út á transportband í krubbuni. Tey koyra tríggjar stórar ballingar uppí við traktori annanhvønn dag.

Camilla hevur givið Búnaðarstovuni loyvi at endurgeva hennara greinar í Norsk Landbruk og at umskriva tilfarið til føroysk viðurskifti. Niðanfyri vísa vit yvirlitið, har vit hava umroknað upphæddirnar til okkara gjaldoyra.

 

Áhugavert er at lesa um teir ymisku stuðulsmøguleikarnar, teir hava. Teir lata t.d. yvir 200 krónur fyri hvørja ær í ullarstuðuli. Vit síggja eisini, at seyðahaldið fær nógvan stuðul fyri at halda lív í útjaðaranum (distriktstilskudd), og somuleiðis nýta teir stuðul fyri at menna skynsama nýtslu av lendinum, t.d. “areal og kulturlandskapstilskudd” og “beite og utmarkstilskudd”. Hesin jaligi hugburður frá myndugleikum til seyðahaldið er eisini orsøk til eitt sera stórt skiftisavlop.

Er ynski um at síggja tølini betri, kann greinin við útrokningum takast niður sum pdf-skjal

 

 

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369