140x140

Seyðasýning 2019

  • Yvirlit yvir tilmeldaðu seyðirnar 2019

  • Yvirlit yvir tilmeldaðu seyðirnar 2019 við íslendskari døming

  • Videoupptøkur av øllum seyðunum, ið vóru meldaðir til Landsseyðasýningina í ár

  • ​​Myndir av øllum seyðunum, ið tóku lut í Landsseyðasýningini í ár 

  • Myndir av seyðunum, ið vunnu Landsseyðasýningina 2019

  • Fríggjadagin 22. novembur 2019 vóru úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vóru virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

  • Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma seyðin og velja teir bestu seyðirnar burturúr. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

  • Avgerðin
    Úrslitini fyri 2019 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 22. november 2019 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 100 áhugaði vóru komin saman. Tiltakið byrjaði við, at Tróndur Leivsson, stjóri bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.

    Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. Næsta á skránni ver ein stuttur fyrilestur hjá Eyjólfi Ingva Bjarnasyni, ráðgevi í seyðarøkt á húsdjóradeildini hjá íslendsku landbúnaðarráðstovuni á Hvanneyri, um teirra arbeiði við seyðaaling, og gjørdi hann samanberingar millum føroyska seyðin og íslendska seyðin. Síðan var kaffisteðgur.

    Eftir kaffisteðgin vórðu videoupptøkur vístar av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Seinasta framløgan var frá Heina Mohr Hermansen, produktleiðara á Føroya Tele, ið greiddi frá um nýggju sporførismøguleikarnar við at hanga GPS-sendarar á seyðin.

  • Úrslitini vóru hesi:

    Veðragjólingar:

  • 1. Virðisløn: Thorvald Lútzen, Syðradalur
  • 2. Virðisløn: Thorvald Lútzen, Syðradalur
  • 3. Virðisløn: Eyðolf Bech, Porkeri
  • 4. Virðisløn: Christian Christiansen, Skáli
  • 5. Virðisløn:  Thorvald Lútzen, Syðradalur
  • Veturgamlir veðrar:

  • 1. Virðisløn: Sigtór Thorvaldson, Syðradalur
  • 2. Virðisløn: Jaspur Bjartalíð, Innan Glyvur
  • 3. Virðisløn: Absalon Hansen, Tórshavn
  • 4. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba
  • 5. Virðisløn: Johnny Joensen, Vestmanna
  • Eldri veðrar:

  • 1. Virðisløn: Jóhannus Petersen, Syðrugøta
  • 2. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður
  • 3. Virðisløn: John Bech, Porkeri
  • 4. Virðisløn: Tummas í Niðristovu, Vestmanna
  • 5. Virðisløn: Jákup Joensen, Sumba

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369