140x140

Moldsýni og nakað um góðsku og føðsluatkomu hjá grasi

Nøgdin av føðsluevnum í mold eru avgerandi fyri vakstrarlíkindini hjá plantum. Ein týðandi táttur í tilrættalegging av landbúnaðarframleiðslu er reglulig tøka av moldsýnum.

Fyri at tryggja nøktandi úrtøku av turrevni (TE) í grasi krevst ein ávís nøgd av kálki í moldini  (t.d. sum kalsiumkarbonat), tí kálk minkar um súrleikan í moldini og ger at plantur gagnnýta  føðsluevnini betur.

Fyri at meta um súrleikan í moldini nýta vit pH-virði at styðja okkum til. pH stigin er frá 0 til 14, har 0-7 er súr mold, 7-8 neutral mold og 8-14 er basisk mold. Skulu vit fáa gott stráfóður, sum føðir væl, er neyðugt við nógvum turrevni í grasinum, t.v.s. at umstøðurnar hjá grasinum fyri upptøku av føðsluevnum skulu vera tær bestu. Slíkar umstøður fáa vit, tá pH virði í moldini er uml. 6 til 6,5.

Kálka vit moldina við t.d. kálkperlum, lyfta vit sum sagt pH virðið, so hon gerst minni súr. Hetta betrar munandi um tær evna- og smáverufrøðiligu tilgongdirnar í moldini. Í góðum, væl turrløgdum bø vil ein hækkan av pH virði frá 5 til 6 betra munandi um evnini hjá grasi at upptaka føðslu frá bæði lívrunnum tøðum og handilstøðum, eins og tað betrar um rótfestið hjá grasinum, sum aftur førir til alsamt betri upptøku av vatni og føðsluevnum. Við at kálka moldina gerast føðsluevnini minni bundin til jarðildi sjálvt og lættari atkomilig hjá vøkstrinum.

Verður pH virði lyft frá 5 til 6, vil upptøkan av N-P-K næstan tvífaldast. Hetta merkir sostatt, at nýtslan av N-P-K eisini gerst munabetri, og tískil kunnu minni nøgdir nýtast, enn vit eru von við at nýta. Tað skal nógv kálk til fyri at økja pH 1,0 stig. Á slóttubø mugu vit nýta 7 tons av kálki fyri hvønn hektara. Hetta er alt ov nógv at stroyða í einum, og vit mæla til at kálkað verður árliga við uml. 1 tonsi/hektara eftir seinasta slóttur. Á henda hátt fáa vit sum frálíður tað pH, vit ynskja, og lendi har tøðini verður gagnnýtt á besta hátt, samstundis sum stráfóðurgóðskan alsamt gerst betri.

Moldsýni tikin í Føroyum

Í Føroyum er misjavnt, hvussu regluliga sýni verða tikin, tey verða ikki tikin so títt, sum í grannalondunum, men vit hava tó atgongd til nakað av kanningarúrslitum. Búnaðarstovan er farin undir at savna úrslit av moldsýnum, sum eru tikin í Føroyum. Niðanfyri eru talvur við úrslitum av 296 sýnum, sum eru tikin ymsastaðni í Føroyum í  1986. Vit fara so við og við at savna fleiri úrslit og seta tey inn í talvuna so hvørt.

Einstøku úrslitini kunnu síggjast her.

Í Talvu 1 er miðal av pH og miðalnøgd av føðsluevnunum fosfor, kalium og magnesium sett upp. Miðaltalið vísir, at pH í moldini er alt ov lágt til góða úrtøku, og sama er galdandi fyri tey føðsluevni, sum eru kannað.

Stabbamyndirnar vísa, at tað er rættiliga stórur munur á pH og innihaldi av føðsluevnum frá oyggj til oyggj. Vit hava ikki gjørt nágreiniligar greiningar av hesum, men fara at greina tað nærri við seinni høvi. Næstan øll sýnini eru tikin í veltum bø og kunnu sostatt vera ávirkað av taðingini, sum hevur verið á staðnum frammanundan, men tað er væl hugsandi, at nakað av hesum muni er elvdur av náttúrugivnum orsøkum.

Talva 1. Miðal av 296 moldsýnum og best hóskandi virðir til grasvøkstur.

 

Miðal av 296 moldsýnum

Best hóskandi virðir

pH-virði

4,92

6-6,5

Ca-tal x rúmvekt

54,80

130-210

Fosfor-virði

1,63

3-6

Kalium-virði

5,79

10-20

Mg-virði

23,54

10-16

Humus %

22,93

2-50

 

Mynd 1. Virði av Ca, Mg, Nitrar, K, P, pH og Humus í moldsýnum í 13 oyggjum. Sýnini eru tikin í 1986

Mynd 2. Virði av Ca í moldsýnum í 13 oyggjum. Ca-talið er veruliga nøgdin av Kalsium í moldini mátað sum mg Ca/100ml mold. Kalsiumtalið má kortini ikki samanberast við pH-virði, tí mold við nógvum moldevni kann hava høgt Ca-tal, sjálvt um hon er súr.

Mynd 3. Virði av Mg í moldsýnum í 13 oyggjum. Mg-virði er veruliga nøgdin av Mg í moldini máta sum mg Mg/100ml mold.

Mynd 4. Virðið av Nitrat í moldsýnum í 13 oyggjum. Nitratvirðið er nøgdin av vatnupploysiligum plantuupptøkubarum N mátað sum N/100ml mol.

Mynd 5. Virði av Kalium í moldsýnum í 13 oyggjum. K-virði er nøgdin av vatnupploysiligum plantuupptøkubarum K, máta sum mg K/100ml mold.

Mynd 6. Virði av Fosfor í moldsýnum í 13 oyggjum. P-virði er nøgdin av vatnupploysiligum plantuupptøkubarum P. P-virði 1 er = 3mg P/1000ml mold.

Mynd 7. Súrleikastig, pH í moldsýnum í 13 oyggjum. Stigin er frá 0 til 14, har 6-6,5 er best hóskandi til grasvøkstur.

Mynd 8. Humus/moldevni í moldsýnum í 13 oyggjum.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369