Royndir við seyði á Búnaðarstovuni
Á Búnaðarstovuni gera vit ymiskar royndir við seyðahaldi:
Skráseting av vekt á føroyskum seyði
Hetta arbeiði snýr seg um at skráseta vektina á føroyskum seyði frá lembing og alla sína livitíð. Við hesum arbeiði fáast áhugaverd og góð hagtøl yvir føroyskt seyðahald, sum kunnu nýtast sum grundalag undir seyðaráðgevingini, og tey geva eisini ábendingar um hvørjar framtíðar kanningar, sum eru viðkomandi at gera.
Fóðring undan brundtíð
Kannað verður, hvussu eyka fóðring undan brundtíð ávirkar tal á lombum, hetta nevnist "flushing" í útlondinum og verður nógv brúkt har.
Aling undan Ridluskriða
Ílegukanningar verða gjørdar av seyðinum fyri at finna seyð, sum er mótstøðuførur móti ridluskriðu.
Ávirkan av umstøðum eftir fletting (frágreiðing kemur seinni)
Kanna verður, hvussu hitaviðurskiftini dagarnar eftir fletting ávirka kjøtið.
Royting av lombum (frágreiðing kemur seinni)
Lomb verða roytt á sumri fyri at kanna, um hetta ávirkar vektina um heystið.