140x140

Royndir við korni

Royndir við velting av byggi í Føroyum

Rólvur Djurhuus & Jens Ivan í Gerðinum

Búnaðarstovan 2022

Kornvelting fyrr

Vit vita ikki við vissu, hvussu leingi tey hava velt korn í Føroyum, men vit lesa í Seyðabrævinum frá 1298, sum er at meta sum lógbók, at um tað mundið eru ásettar lógir fyri velting av korni og øðrum, sum viðvíkir hesum. Hetta bendir á, at velting av korni hevur verið inngrógvin siðvenja um hetta mundið, og tískil bendir nógv á, at kornvelting longu tá er gamal siður, sum kanska hevur verið heilt frá landnámi. Í rannsóknum hava tey eisini funnið pollen av bygg, sum stavar frá tíðini, áðrenn norðbúgvar komu til Føroyar.

Korn – og tað er bygg, talan er um - hevur í hvussu er verið velt í øldir heilt síðani Seyðabrævið, men kornveltingin helt uppat í seinastu øld, og í dag eru bert hendinga eldri fólk, sum minnast kornvelting av týdningi í Føroyum. Kornið búnaðist illa og mátti búnast liðugt og turkast í sornhúsi, áðrenn klárt var at treskja. Kornarbeiðið var sostatt sera tungt og tíðarkrevjandi í Føroyum, og hetta var óivað orsøkin til, at tey góvust at velta korn í Føroyum um tað mundi, tá tey í øðrum londum fóru at nýta framkomnar maskinur at treskja við.

Í Føroyum hava tey helst einamest velt 6-raða bygg, og tey hava velt tvey frábrigdi: ”Valaks” (Hordeum hexastichum), sum er sekshyrnt og ”Langaks” (Hordeum vulgare), sum er fýrhyrnt.

Royndir við bygg í 1922-1929

Í 1922 setti stjórin á nýstovnaðu Royndarstøðini í Hoyvík, Ejnar Knudsen, sær fyri, at royna at leita fram tað besta sákornið, sum var at finna í Føroyum um tað mundið. Tey savnaði sákorn úr øllum Føroyum, og í 1922 sáddu tey tað í smáar royndarpuntar í Hoyvík. Í vakstrartíðini og um heystið staðfestu tey, hvørjar plantur, sum búnaðust tíðliga, og grundað á hesa eygleiðing valdu tey 800 stakar plantur at nýta í framhaldandi royndum. Royndir vóru síðani gjørdar við sákorni frá hesum 800 plantum í Hoyvík og heima á Sandi í árunum 1923-1929.

Grundað á úrslitini frá royndunum frá 1923 til 1929 valdu tey út tey tvey sløgini, sum samanumtikið høvdu givið best úrtøku, og settu navn á: Hoyvíks Sigurkorn (Sigur), sum er ”Valaks” og Hoyvíks Tamparkorn (Tampar), sum er ”Langaks”. Sigur og Tampar stava sostatt frá 1929 og eru tey bæði sløgini av bygg, sum vit í dag rópa føroyskt bygg. Royndirnar hjá Royndarstøðini við byggi og úrslitini eru lýst í: 12. Beretning fra Statens Landbrugsforsøg paa Færøerne: Sortsforsøg med byg og havre paa Færøerne 1928-1934.

Í kornvelting nýttu føroyingar eindina “tunnulendi”, sum er tann vídd av akri, sum eitt miðalár kastar av sær eina tunnu av korni. Tað hevur sjálvandi verið ymiskt frá ári til ár, hvussu nógv lendi skal til fyri at fáa eina tunnu av korni, men í nevndu frágreiðing hjá Royndarstøðini tekur høvundin samanum og metir, at eitt tunnulendi er umleið 400 fermetrar.

Mynd 1. Sigur vinstrumegin og Tampar høgrumegin

 

Í frágreiðingini hjá Royndarstøðini er yvirlit yvir byggframleiðslu í Føroyum frá 1813 til 1930. Har stendur, at í 1813 veltu føroyingar 1750 tunnur av korni, og í 1917 var úrtøkan vaksin til 2600 tunnur. Men so kemur vend í, tí aftaná fyrra heimsbardaga minkaði framleiðslan heilt nógv, og í 1930 er hon minkað til 490 tunnur.

 

Í 1938 skrivar Aa. H. Kampp í Geografisk tidsskrift bind 41 um Landbrug på Færøerne, at í 1935 vóru 17,2 hektarar nýttir til korn, og hetta gav 343 tunnur av korni, so vit síggja at minkingin stendur við. Hann skrivar, at kornveltingin er í støðugari afturgongd, men hann nevnir at: Efter at der nu ved statens forsøgsvirksomhed er fremkommet et par nye sorter, der er yderigere og tidligere end den almindeligt brugte udsæd, synes der at være ved at vaagne en vis interesse for udvidet bygavl til foderbrug.

 

Í 1939 skrivar Eyvind Daldgaard, sum var landbúnaðarfrøðikanditatur, eina grein í árbók Føroya búnaðarfelags, sum kallast ’Veltið meiri korn’. Eyvind skrivar, at vit kunnu økja kornveltingina í Føroyum munandi, um menn fara at nýta treskimaskinur, og um vit byggja eina stóra myllu at nýta í staðin fyri tær nógvu smáu myllurnar, sum vóru í brúki tá.

 

Vit síggja sostatt, at menn við landbúnaðarkunnleika høvdu vón um, at nýggju sløgini fóru at menna kornveltingina í Føroyum, men so varð ikki, tí søgan vísir týðiliga, at tey nýggju sløgini kláraðu ikki at bjarga kornveltingini í Føroyum. Hon minkaði alsamt og datt niður í at kalla einki aftaná seinna heimsbardaga. Nýggir vinnumøguleikar kastaðu meira av sær enn landbúnaður, tað var ómakaleyst at keypa innflutt korn, og siðbundna kornveltingin, sum er arbeiðskrevjandi, mátti lúta.

 

Danska Hagstovan kunngjørdi við millumbilum hagtøl um kornvelting í Føroyum í fyrru helvt av 20. øld, men seinastu ferð, teir kunngera tøl um kornvelting í Føroyum, er í 1935. Eftir hetta er veltingin helst vorðin ein slíkur viðfáningur, sum teir ikki hava lagt í at taka við í hagtølini. Eftir seinna veraldarbardaga hildu tey áfram at velta korn í nøkrum fáum bygdum – t.d. Koltri, Gásadali, Húsavík, men í 1970árunum helt kornvelting heilt uppat í Føroyum. Vit mugu sostatt ásanna, at tey bæði nýggju føroysku byggsløgini, Sigur og Tampar, fingu ikki roynt sítt virði og komu ongantíð veruliga til nyttu í Føroyum. Royndarstøðin helt fram at velta Sigur og Tampar í smáum nøgdum fyri at varðveita sløgini. Teir lótu eisini sákorn til royndarstøðina á Keldnaholt í Íslandi, sum teir har hava hildið við líka og varðveitt. Norðurlendski Ílegubankin NordGen hevur eisini fingið korn av Sigur og Tampar at varðveita í sínum goymslum.

 

Um somu tíð, sum tey góvust at velta bygg í Føroyum, settu íslendingar sær fyri at fara undir at menna kornvelting í Íslandi. Har høvdu tey lítið og einki bygg velt síðani miðøld. Á royndarstøðini á Keldnaholt við Reykjavík (seinni lagt saman við íslendska landbúnaðaruniversitetið) fóru granskarar undir at ala nýggj sløg av byggi, sum tey ætlaðu skuldu hóska væl til íslendska veðurlagið. Til hetta arbeiði nýttu tey eisini føroyskt bygg frá Royndarstøðini í Hoyvík. Hesi árini hava tey ment fleiri sløg av byggi, sum vaksa og búnast skjótt og hava stutt og sterk strá. Teir nýta byggið einamest til fóður til mjólkneyt, og í dag eru stórir akrar um alt Íslandi, og tað verður arbeitt við nútímans maskinum.

 

Royndir við byggi á Búnaðarstovuni 2013-2015

Í 2013 kom Búnaðarstovan við í altjóða verkætlanir um bygg saman við granskingarstovnum úr Norðurnoregi, Orknoyggjunum, Íslandi og New Foundlandi og Labrador. Endamálið hjá Búnaðarstovuni var at kanna, um tað bar til og um áhugi var millum bóndur í Føroyum at taka uppaftur táttin at velta korn, sum hevði ligið í dvala í nógv ár. Tá verkætlanin gjørdist veruleiki, søgdu nakrir bøndur í Føroyum seg vera áhugaðar í at velta korn, um so er, at tað letur seg gera. Nakrir mjólkarframleiðarar sóu ein møguleika í at framleiða fóður sjálvir fyri at spara pengar til kraftfóður, meðan onkur sá aðrar møguleikar so sum at selja til bakarí, matstovur, bryggjarí v.m.

 

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu verið hevur við kornvelting í hinum luttakaralondunum. Tey vita, at landnámsmenninir í Íslandi veltu korn, men har góvust tey at velta korn í miðøld, møguliga tí tað er vorðið ov kalt í veðrinum tá, men teir byrjaðu sum sagt aftur fyri einum 50 árum síðani, t.v.s. um tað mundið, tá føroyingar góvust. Í dag eru einir 470 bøndur í Íslandi, sum velta korn, og teir heysta eini 4.800 tons um árið. Meginparturin fer til neytafóður, men nakað fer eisini til matna. Bæði bakarí og bryggjarí eru farin at framleiða burturúr íslendskum korni, og íslendarar taka væl ímóti hesum vørum. Og á íslendska landbúnaðaruniversitetinum gera tey sum sagt eitt megnar arbeiði at ala fram góð kornsløg, sum hóska til íslendska veðurlagið.

 

Í Orknoyggjunum hava tey velt korn, alt vit vita um, og tey velta framvegis rættiliga nógv. Teir nýta mest eitt gamalt staðbundið byggslag, og tað verður bæði brúkt til matna og fóður, og harumframt verður heilt nógv brúkt í whiskyframleiðslu. Í Hetlandi velta tey nakað av korni, men tó væl minni enn í Orknoyggjunum.

 

Bæði í Norðurnoregi og Ný Foundlandi og Labrador veltu tey korn í gomlum døgum, men tey góvust, tí kappingin við meginøkini í Noregi og Kanada gjørdist ov hørð, men í dag royna tey at spjaða so nógva matframleiðslu sum gjørligt til útjaðaran, einamest fyri at spara flutningskostnað. Hetta ljóðar ógvuliga kent fyri okkum í Føroyum, og tí eru bæði Norðurnoreg og Ný Foundland og Labrador áhugaverdir samarbeiðspartnarar í verkætlanunum.

 

Í 2014 og 2015 sáddu vit seks sløg av byggi í royndarpuntar heima á Sandi og á Vatnaskørðum. Føroyska Tampar var eitt av sløgunum, hini vóru Kría og Skúmur úr Íslandi, Saana úr Finlandi, Bere úr Orknoyggjunum og Tyril úr Noregi. Úrslitini vístu, at bygg veksur heilt væl, tó er munur á sløgunum, men tey skjóta øll væl aks. Øll stadnaðu ikki eins væl, og tað var stórur munur millum sløgini, hvussu long og sterk stráini eru.

 

Íslendska slagið Kría var tað slagið, sum royndist best. Tað búnaðist væl á akrinum, og tað er ikki neyðugt at taka tað inn í sornhús til eftirbúning, tað hevur lutfalsliga stutt strá, sum eru sterk og standa væl ímóti vindi og regni. Okkara føroyska Tampar búnaðist væl seinni og hevur nógv longri strá, sum lættliga leggjast undan vindi og regni. Vit máldu hæddina á stráunum, tá tey vóru stadnað. Í miðal vóru stráini av Tampar 117 cm høg, meðan tey av Kría vóru í miðal 83 cm høg. Vit skrásettu eisini, hvussu stórur partur av stráunum á akrinum høvdu lagt seg undan vindi og regni. Hjá Kría lá 37% av akrinum, meðan 60% av akrinum við Tampar lá niðri. Tá stráini leggja seg, reisast tey ikki aftur, og øksini vera verandi grøn. Eygleiðingar í hesum royndum samsvara við frásøgnirnar, sum vit kenna um kornvelting í Føroyum fyrr, har sagt var, at tað var trupult at fáa kornið fullbúgvið á akrinum, so tað mátti takast inn at búnast liðugt.

 

 

Roynd við heilum økrum á Sandi, í Saksun, á Vatnaskørðum og á Búnaðarstovuni í 2016 og 2017

 

         Mynd 2. Byggakur á Búnaðarstovuni 2016

 

Í 2016 avgjørdi Búnaðarstovan at fara undir at sáa heilar akrar ístaðin fyri smáu royndarpuntarnar, sum høvdu verið nýttir áðrenn. Jóannes í Miðstovuni á Sandi sáddi 0,5 ha, Sigert Patursson á Vatnaskørðum sáddi 0,5 ha og vit sáddu1,2 ha á Búnaðarstovuni í Kollfjarðardali. Árið eftir, í 2017 sáddi Jóhan Jógvansson í Saksun eisini ein akur í Saksunardali. Akrarnir vóru sáddir við íslendska byggslagnum Kría, eftirsum tað var hetta slagið, sum hevði roynst best í fyrstu royndunum. Tey bæði føroysku byggsløgini frá 1929, Sigur og Tampar hava ikki somu góðu eginleikarnar sum tey nýggju íslendsku sløgini, serliga við atliti til, hvussu tíðliga tey búnast og hvussu sterk tey eru móti vindi og regni, og eftirsum hetta var fyrstu ferð, royndir eru gjørdar í Føroyum við so stórum akri, vildu vit, at øll viðurskifti, sum vit sjálvi stýrdu og høvdu tamarhald á, skuldu vera tey bestu, sum vit kláraðu at gera – herímillum slag av bygg.

 

Allir akrarnir vuksu og búnaðust væl, men ein stór avbjóðing var at fáa kornið treskt. Vit fingu til vega ein sonevndan sjálvbindara, sum slær og bindur aksini í buntir úti á akrinum, og royndu at heysta kornið við honum, men hann fekst ikki at virka, sum vit høvdu ætlað. Kornið bleiv tí sligið við sláimaskinu og koyrt inn at treskja. Kornið bleiv treskt inni við einari “stationerari” bensindrivnari treskju, sum vit keyptu til endamálið, og hon royndist væl. Stráini blivu koyrd inn í maskinuna við hond, eitt bundi ísenn, hálmurin kom út í hinum endanum, meðan kornið rann niður í eitt ílat á síðuni. Hálmurin bleiv síðani ballaður við ballimaskinu, sí Mynd 3.

 

 

 

 

 

Mynd 3. Stationer slóttutreskja og ballimaskina á Búnaðarstovuni 2017

 

Men hesin mátin at sláa kornið við sláimaskinu, raka saman, koyra inn og treskja inni, er alt ov arbeiðskrevjandi, og við hesum mátanum høvdu útlitini til, at nakar fór undir veruliga kornvelting, verið vánalig. Besti mátin at treskja kornið er við slóttutreskjum – tað, sum danir rópa “mejetærsker”, sum bæði sláa og treskja úti á akrinum, men tær nýggju maskinurnar, sum eru á marknaðinum, eru alt ov stórar og tungar til føroyskar akrar. Búnaðarstovan avgjørdi tí, at royna at fáa til vega eina eldri, brúkta slóttutreskju, sum er munandi lættari enn tær, sum eru á marknaðinum.

 

Roynd við slóttutreskju (da: mejetærsker) 2018

Í 2018 sáddu vit aftur korn á Búnaðarstovuni. Somuleiðis sáddu Sigert Patursson og Rasmus Norup í Leirvík á sínum gørðum. Vit nýttu aftur íslendska slagið Kría. Kornið á Búnaðarstovuni var sátt 29. mai, sum er í seinna lagi, men hóast hetta og hóast summarið var vátt, búnaðist akurin væl. Í 2018 eydnaðist tað Búnaðarstovuni at fáa hendur á eini brúktari slóttutreskju úr Noregi, sum er nógv minni enn tær nýggju, sum verða seldar í dag. Hon varð roynd 2. oktober, og treskingin eydnaðist sera væl. Hetta er fyrsta slóttutreskja, sum hevur arbeitt í Føroyum. Slóttutreskjan vigar 2,5 tons, sum er væl minni, enn nýggar slóttutreskjur, sum verða nýttir aðrastaðni, viga.

 

Tað var trupult at finna ein turran arbeiðsdag, men hendan dagin, vit tresktu, hevði tað verið turt í hálvtannað samdøgur. og akurin bar væl uppi. Hóast slóttutreskjan hevur smá, einkulthjól, setti hon eingi spor eftir seg. Ætlanin er, at slóttutreskjan skal vera tøk hjá bóndum at leiga, so nú fer at bera til hjá teimum bóndum, sum hava hug, at fara undir byggvelting.

 

 

 

 

Mynd 4. Slóttutreskja (mejetærsker) treskir fyri fyrstu ferð í Føroyum í 2018

 

Vit hava øll árini havt stórar trupulleikar av, at grágás, dúgva og spurvur eta kornið so hvørt, sum tað stadnar. Onkustaðni hava tey etið mestsum ein heilan akur eftir einari nátt. Tí er tað umráðandi, at bóndin fylgir væl við og er klárur at treskja, tað fyrsta hann sær, at fuglurin legst í akurin. Tey hava eisini havt nakað av trupulleikum við fugli í hinum londunum, sum vit samstarvaðu við, men ikki so umfatandi, sum hjá okkum. Ein orsøk til hendan mun kann vera, at tað villa plantumeingi er minni fjølbroytt hjá okkum.

 

Frá 2019

Búnaðarstovan er liðug við royndarverkætlanina við kornvelting. Royndirnar hava víst, at tað ber væl til at fáa íslendska slagið av bygg, Kría, at búnast á akrinum, eisini hóast summarið ikki er av tí besta. Royndirnar hava eisini víst, at ein løtt nútímans slóttutreskja (mejetærsker á donskum) kann væl nýtast undir føroyskum viðurskiftum.

 

So er at vóna, at bóndur taka ta vitan, sum er fingin til vega, til sín og fá hug at velta korn á gørðunum. Áhugin fyri hesum er sjálvandi treytaður av, at tað loysir seg peningaliga, og tí má hvør einstakur gera sína fíggjarligu meting fyrst. Fíggjarliga úrslitið er sjálvandi tengt at, hvat kornið skal nýtast til. Ber tað til at finna eina serframleiðalu, har tað er altavgerandi, at kornið er velt í Føroyum, skuldu útlitini fyri hægri prísi verið munandi betri, enn um framleiðslan má kappast við innflutt korn, har upprunastaðið ongan týdning hevur. Tað er eisini vert at hava í huga, at tað er gott fyri nývelt lendi at hava korn fyrsta árið, tí harvið kunnu vit vænta at fáa betri bø seinni.

 

Búnaðarstovan eigur slóttutreskjuna, og hon er sum sagt tøk hjá bóndum at leiga. Eftir at royndirnar á Búnaðarstovuni eru endaðar, eru nakrir bóndur hildnir fram at velta bygg. Jóannes í Miðstovuni á Sandi, Sigert Paturson á Vatnaskørðum og Rasmus Norup í Leirvík.  Jóhan Fagraklett í Gásadali er eisini byrjaður at velta korn, og hann hevur fingið samstarv í lag við Føroya Bjór og letur teimum bygg til framleiðslu av úrdráttum, sum skulu hava føroyskt eyðkenni. Á Viðareiði velta teir nógv upp úr nýggjum, og Rói Absalonsen á Viðareiði hevur eisini í hyggju at velta korn á nýveltum lendi, tí tað er ein sannroynd, at korn er ein góður millumvøkstur í bø og er serliga gott sum byrjunarvøkstur.

 

Búnaðarstovan hevur gjørt hesa vegleiðing um kornvelting til bóndur at nýta

Korn í Norðureuropa.  Í Norðureuropa velta tey seks ymisk sløg av korni: Bygg (Hordeum vulgare L.), hveiti (Triticum aestivum L.), durumhveiti (T. durum L.), rug (Secale cereale L.), havra (Avena sativa L.) og triticale (xTriticosecale). Av hesum sløgum er triticale tað nýggjasta. Tað er ein mannagjørdur blendingur frá tjúgundu øld millum hveiti og rug.

 

Bygg er nógv tað elsta kornslagið, sum hevur verið velt í Norðureuropa og er tað slagið, sum veksur og búnast best á hesum leiðum. Í hesi vegleiðing verður tí høvuðsdentur lagdur á bygg. Í Føroyum hava tey velt bygg heilt frá landnámstíðini. Bygg varð velt til matna, og hóast tey ikki vóru sjálvbjargin við bygg, so hevur tað havt stóran týdning í húsarhaldinum. Veltingin helt á heilt til seinna veraldarbardaga, men aftaná hetta fánaði veltingin so líðandi burtur í einki, og í eina hálva øld hevur at kalla einki bygg verið velt í Føroyum, fyrrenn Búnaðarstovan saman við nøkrum bóndum fór undir at gera royndir við bygg fyri nøkrum árum síðani.

 

Meginparturin av tí byggi, sum verður velt í Norðanlondum í dag, verður nýtt sum fóður. Tó verður nakað nýtt til baking og brygging, og ætlanin við teimum royndum, sum eru gjørdar nú, er at kanna, um bygg til matna kann gerast ein týðandi framleiðsla hjá onkrum bónda.

 

Um byggplantuna. Plantan hevur tvey sløg av rótum - høvuðsrót og krúnurøtur. Høvuðsrótin veksur beint niður úr frænum, og eftir at stelkurin er farin at grógva, vaksa krúnurøtur út úr honum til allar síður. Plantan nælir 120 samdøgursstig (døgngradir) eftir sáing, t.v.s. at samlaði miðalhitin dag fyri dag skal skal vera komin uppá 120°C (t.d. 15 dagar við 8 stigum í miðal). Ein miðal mai mánað í Føroyum kunnu vit rokna við einum 2-3 vikum frá sáing til næling. Tá tað nælir, kemur fyrst eitt blað undan, og stutt eftir trý tey næstu. Seinni vaksa síðuskot út, eini 2-3 á hvørjari plantu. Hvørt av hesum skotum endar við einum aksi, og tí er samlaða úrtøkan av korni á einum akri tengt at, hvussu nógv síðuskot vaksa út. Í Føroyum kemur aksið til sjóndar umleið 10 vikur eftir sáing.

 

Vit hava tvey sløg av aksi – tvíraðað og seksraðað. Í seksraðaðum byggi eru í miðal 45 korn á hvørjum aksi sammett við 20 í tvíraðaðum. Hóast hendan mun, er tað ikki altíð, at tað seksraðaða gevur størri úrtøku, tí tey einstøku kornini í seksraðaðum, eru ójøvn til støddar. Seksraðaðað byggið er mest brúkt í norðara parti av Norðanlondum, meðan tað tvíraðaðað er tað vanligara slagið í sunnara parti.

 

Velting. Mælt verður til at sáa 200 kg av fræ á hvønn hektara, sáðdýpi umleið 2-3 cm. Royndir í Íslandi vísa, at skjóttvaksandi og –búnandi sløg krevja 1.300 samdøgursstig, roknað frá sáing, fyri at búnast. Tí ræður um at sáa so tíðliga, sum til ber, helst í apríl og í seinasta lagi hálvan mai. Tað er av stórum týdningi, at stykkið, sum skal nýtast til akur, er væl turrlagt (drenað). Stykkið skal pløgast og harvast væl. pH má vera í minsta lagi 5,2. Í Íslandi mæla tey til at taða við 20 kg av køvievni N, 4 kg av fosfori P og 13 kg av kalium K. Ansast má væl eftir, ikki at taða við ov nógvum køvievni, tí so seinkast búningin. Í Íslandi hava tey annars góðar royndir við at breiða handilstøðini saman við frænum. Øksini gulna meðan tey stadna. Tá tey eru vorðin gul, er turrevni uml. 55%. Síðani torna tey so líðandi, og í góðum veðri um heystið, kann turrevni koma upp í 80%, men í Føroyum eiga vit ikki at vænta at fáa so turr øks. Í Íslandi rokna tey við, at tað ganga 45 dagar frá plantan skjýtur aks, til tað er klárt at skera. Árini eru misjøvn, og tey plaga longu í byrjanini av august at meta um, hvørt akurin fer at gerast búgvin at skera ella ikki. Vænta tey ikki, at hann verður búgvin, so velja tey at heysta í byrjanini av august sum heilgrøði, t.v.s. at sláa kornið og balla á sama hátt sum gras.

 

Turking av korni.  Fyri at tryggja gott korn, bæði til fóður og mat, er tað avgerandi neyðugt at turka kornið beint aftaná heysting. Sjálv heystingin er grundarlagið undir góðum korni. Kornið skal vera so nógv stadnað, sum gjørligt, áðrenn heystað verður, og tað skal vera turt í veðrinum, tá heystað verður, tí annars kann soppavøkstur koma í. Slíkur soppur kann gera mykotoksinir, sum kunnu vera vandamiklar bæði fyri fólk og djór. Turkingin skal byrja beinanvegin, kornið er komið til høldar – ikki seinni enn 2-3 tímar aftaná. Kornið skal turkast í ikki ov heitari luft. Sáðkorn og korn til malt ikki hægri enn 38°C, matkorn ikki hægri enn 43° og korn til fóður ikki hægri enn 60°C.

 

Tað er kostnaðarmikið at turka korn, tí skal tað heldur ikki turkast meira enn neyðugt. Kornið er nóg turt, tá turrevnið er komið upp á 86-88%. Goymslan skal vera rein og turr, og flugur, onnur skordýr, rottur, mýs og onnur djór mugu haldast burtur. Meðan turkað verður, er neyðugt at halda eitt vakið eyga við hita og luftfukti bæði í rúminum og inni í kornrúgvuni.

 

Umstøður at velta bygg í Føroyum við atliti til broyting í veðurlagnum

Sum ein lið í verkætlanini um korn nevnd Northern Cereal, fíggjað av Northern Perifery and Arctic Program (NPA), hava Peter Martin og John Wishart úr Orknoyggjunum og Jens Ivan í Gerðinum og Rólvur Djurhuus frá Búnaðarstovuni kanna, um veðurlagið og hitaviðurskiftini á okkara leiðum broytast. Nevnda verkætlan hevði til endamáls at menna kornvelting m.a. í Føroyum og at økja vitanina millum bøndur um hetta. Luttakararnir í verkætlanini vóru úr Newfoundlandi, Íslandi, Norðurnoregi, Orknoyggjunum, og úr Føroyum luttók Búnaðarstovan.

 

Ein avgerandi orsøk til at fara undir verkætlanina var ein breið semja millum luttakararnar um, at veðurlagið broytist, og at vit kunnu vænta heitari veður á okkara leiðum og harvið fáa betri vakstrarlíkindi til at velta t.d. korn. Tó hevði eingin av luttakaranum kanna nágreiniliga, hvussu hitaviðurskiftini eru broytt seinastu tíðina. Sum part av verkætlanini hava vit kanna mátingar av hita og avfalli seinastu 40 árini á 11 veðurstøðum í Norðureuropa, m.a. í Tórshavn. Við atliti til at verkætlanin viðgerð kornvelting, eru bara mátingar við, sum eru gjørdar í vakstrartíðini.

 

Sum nevnt áður, so hevur at kalla einki bygg verið velt í Føroyum í eina hálva øld, fyrrenn Búnaðarstovan saman við nøkrum bóndum fór undir at gera royndir við byggi fyri nøkrum árum síðani. Í veðurkanningini eru hagtøl frá veðurstøðini hjá DMI í Tórshavn nýtt. Til vakstrarkanningarnar eru nøkur sløg av byggi nýtt, sum hava roynst væl í vakstrarroyndum í Norðureuropa. Vakstrartíðin verður roknað frá sáing uml. 15. apríl til kornið verður skorið uml. 30. september. Bygg verður nýtt bæði sum fóður og til matna. Til fóður kann tað antin sláast um summarið á sama hátt sum gras og koyrast í brunn ella ballast og pakkast í plastikk. Tá verða strá og aks heystað saman. Tað kann eisini treskjast seinni um heystið, viðgerast við sýru og goymast turt. Bygg til matna verður heystað, tá øksini eru gulnað og stadnað, og tá skal turrevnið helst vera komið upp á eini 78%. Síðani verður kornið turkað inni. Tær størstu avbjóðingarnar í samband við kornvelting í Føroyum eru og hava verið veðrið – nógv regn og kalt. Nógva regnið um veturin og um várið ger tað trupult at fáa akurin sáddan nóg tíðliga. Kalda summarið ger, at kornið stadnar seint, og regn um heystið kann gera tað trupult at heysta.

 

Veðurmátingarnar 1975-2015 vísa, at miðalhitin í apríl, august og september er munandi vaksin, serliga eyðsýnt í september. Fyri alla vakstrartíðina (apríl-september) er hitin vaksin 0,20°C um dagin fyri hvørji tíggju ár. Hetta er ein tíðiligur vøkstur, men er tó væl minni enn ymsastaðni í grannalondunum. Í Reykjavík vaks hitin 0.47°C, í Kirkwall 0,34°C og í Stavanger 0,34°C fyri hvørji tíggju ár. Avfallið er eisini vaksið hesi árini allar mánaðirnar frá apríl til september. Fyri hvørji tíggju ár er tað vaksið 18,2 mm fyri allar hesar mánaðirnar.

 

Niðurstøðan av veðurkanningini er, at hóast heitari veðurlag, eru Føroyar framvegis í útjaðaranum av tí umráði, har bygg gevur álítandi avgrøði á hvørjum ári. Vit kunnu vænta, at bygg til fóður fer at bera til á hvørjum árið, men til matna kunnu svikalig ár koma uppímillum, har bygg ikki stadnar. Undir øllum umstøðum er vert at leggja seg eftir at nýta skjóttvaksandi sløg, sum hóska til okkara stuttu vakstrartíð. Hesar kanningar lýsa bara møguleikarnar fyri velting av byggi, men tað er sjálvsagt, at við heitari veðurlag í vakstrartíðini kunnu vit vænta, at fleiri aðrir vøkstir, sum t.d. grønmeti fara at vaksa betri og geva størri úrtøku.

 

Her eru tvey filmsbrot frá treskingini:

Slóttutreskjan slær og treskir

Slóttutreskjan slær og treskir

Nakrar vegleiðingar eru gjørdar í samband við royndirnar, tær kunnu lesast á her:

Handbók um kornvelting

Umstøður at velta bygg í Føroyum við atliti til veðrið

Lívsringrás

Frágreiðing um verkætlanina 2015 - 2018 og kornvelting á enskum

 

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369