140x140

Leigu- og sakargjøld

Gjøldini eru sett við heimild í Kunngerð um umsiting av landsjørð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 96 frá 3. juli 2013

Kapittul 9

Leigu- og sakargjøld

§ 11. 1) Fyri sølu av jørð, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking, festaraskifti og sáttmálar verða ásett hesi gjøld:

1)   Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av grundstykkjum av vanligari stødd kr. 2.000,-

2)   Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av størri øki 1½ % av keypsprísinum, tó í minsta lagi kr. 2.000,-

3)   Makaskifti kr. 2.000,-

4)   Marknaumskipan kr. 900,-

5)   Servitutstriking, átekning skeytir kr. 900,-

6)   Býarhegn/vetrarfriðing kr. 5.000,-

7)   Festaraskifti kr. 3.000,-

8)   Leigusáttmálar og ískoytir til leigusáttmálar kr. 1.000,-

9)   Leingjan av leigusáttmála hjá sama leigara kr. 500,-

10) Traðarleiga kr. 500,- um árið

11) Leiga av neystagrund kr. 100,- um árið

12) 2) Leiga av lítlum óinngirðaðum lendi til transformatorstøð, mastrar og antennur kr. 500,- um árið

13) Leiga av størri lendi til størri anlegg, so sum vindmyllur, aling o.a. kr. 3,44 pr. m2 (2008 prístalið), tó ikki minni enn kr. 5.700,- um árið (2008 prístalið)

14) 2) Onnur leiga av lendi í styttri áramál kr. 5.700,- um árið

15) 2) Fyri leigusáttmála millum Búnaðarstovuna og kommunu um lendi til almannagagnligt endamál kr. 5.000,- um árið. Leiguupphæddin verður prístalsviðgjørd sambært galdandi kunngjørt prístal frá Hagstovu Føroya.

§ 12. Leigugjald verður tikið fyri leigu av lendi til:

1)   fóðurframleiðslu,

2)   traðir, traðarstykkir og stykkir til urtagarðsbrúk, og

3)   grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og til almen endamál.

Stk. 2. Leigugjaldið fyri lendi til fóðurframleiðslu, traðir v.m., verður ásett í mun til tað landbúnaðarvirði, sum lendi hevur hjá festaranum. Tó verður ásett eitt minsta leigugjald fyri fermeturin.

Stk. 3. Leigugjald fyri grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og almenn endamál verður ásett í mun til søluvirði.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369