140x140

Búnaðarstovan umsitur loyvi at skjóta grágás í veltum lendi

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur lagt umsitingina av loyvum til at skjóta grágás, sum setir seg og ger skaða á velt lendi, til Búnaðarstovuna at umsita. Villgæs eru friðaðar í Føroyum, men sambært heimild í § 17a í Løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin) er undantaksloyvi veitt til at skjóta slagið Grágás, um hendan setir seg og ger skaða á velt lendi. Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur gjørt eina leiðbeining til Búnaðarstovuna at umsita heimildina eftir.

Høvuðsendamálið við heimildini er at fyribyrgja skaða á sláttubø hjá bóndum. Serstakliga trupult er í nýveltum lendi, har sligið verður seint um árið, og har sligið verður fleiri ferðir. Stóri skaðin hendir, tá grágásin legst á sláttubø og velt lendi, eftir at ungarnir eru floygdir. Tá etur hon grasið og dálkar sláttubøin so illa, at í ringasta føri er ikki møguligt at sláa bøin til vetrarfóður. Somuleiðis kunnu gæsnar eisini volda stórt mein í sambandi við eplavelting og aðra grønmetisvelting, eins og hjá teimum, ið royna at velta korn.

Løgtingið hevur, sum eina roynd, samtykt at veita eina serstaka undantaksheimild sambært fuglaveiðulógini, sum verður í gildi fram til 1. januar 2026.

Tann, sum vil søkja sær loyvi at skjóta grágæs í veltum lendi, skal fylla út serstakt oyðiblað, sum finst á heimasíðu Búnaðarstovunar undir leinkinum Oyðubløð.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369