140x140

Landbúnaðarstuðul samanborin við onnur lond

 

Í Føroyum verður landbúnaðarstuðul veittur eftir løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul

og tilhoyrandi kunngerð nr. 99 frá 4. november 2010 um stuðul til landbúnaðin. Tað er Búnaðarstovan, sum

umsitur stuðulin. Tað mesta av landbúnaðarstuðlinum fer til mjólkneytahaldini beinleiðis ella óbeinleiðis.

 

Talvan niðanfyri vísir tann beinleiðis stuðul, sum Búnaðarstovan hevur veitt føroyskum bóndum seinastu árini. Hartil kemur annar stuðul so sum endurrindan av MVG á mjólk  til mjólkarvirkið.
 

  

 

Vit hava tað við at samanbera prís á vørum og enntá samanbera vit við prísir í øðrum londum, sum vit kenna,

ella tá vit vitja. Men tað er ikki altíð á rættvísum grundarlagi.
 

 

Vit vita, at bóndur í grannalondum frá náttúrunarhond hava fyrimun,eitt nú tá talan er um klima og hópframleiðslu, tað fáa vit ikki gjørt so nógv við.

Men tá samanborið verður í prísi, er vert at hava í huga, at flestu lond veita bóndum fíggjarligan stuðul.

 

Tað verður gjørt á ymiskan hátt og oftast fyri at halda ein lágan søluprís á matvørum og neyðsynjavørum. Eisini fyri at vera sjálvbjargin við matvørum í egnum landi.

 

Tað er sera torført at samanbera stuðulskipanir landanna millum. Til tess at fáa eina einfalda mynd av støðuni er her niðanfyri ein stabbamynd av samlaða landbúnaðarstuðlinum í nøkrum londum settur í mun til íbúgvatalið. Sum sæst, veita vit føroyingar munandi minni í stuðuli, og tað kann verða ein orsøk til at eitt nú mjólkin kostar nakað meiri í Føroyum heldur enn í Danmark. At mjólkin í Noregi kostar meiri heldur enn í Føroyum, hóast stuðulin er hægri í Noregi eru aðrar orsøkir til. 

 

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369