Vistfrøði
Eingin lóg ella kunngerð er í Føroyum um vistfrøðiliga góðkenning.
Men til ber at søkja sær góðkenning til dømis úr Íslandi. Íslendingar hava lóg og góðkendan standard um vistfrøði eins og at teir hava góðkenningarstovn TÚN sum er góðkendur og undir eftirliti av IFOAM, ið er altjóða vistfrøðiligi standardurin.
Her niðanfyri eru nakrar grundreglur leysliga umsettar úr íslendskum, sum siga nakað um grundleggjandi krøv um hvussu vanlig landbúnaðarframleiðsla skal broytast til góðkenda vistfrøðiliga framleiðslu.
Ein (gentlemen) avtala fyriliggur millum Føroyar og Ísland um, at føroyingar og føroyskar fyritøkur kunnu søkja sær góðkenning frá TÚN. Til ber at seta seg beinleiðis í samband við TÚN ella Búnaðarstovuna, sum fegin vil hjálpa til við at knýta samband.
Nøkur góð ráð at byrja við: