Vegleiðingarskriv í samband við avhendan av festibrævi eftir § 4 í lóg um landsjørð.
Lógarheimild
Festaraskifti og veðseting av festibrævi fer fram eftir Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2013 og tilhoyrandi Kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 96 frá 3. juli 2013.
Tað er serliga §4 í lógini, sum viðgerð avhendan og veðseting. § 4 ljóðar soleiðis:
§ 4. Festarar hava rætt til at avhenda festibrøvini til persónar, sum lúka krøvini til jarðarbrúkskunnleika. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um hesi krøv.
Stk. 2. 1) Búnaðarstovan skal góðkenna avhendingina av festibrøvum, eins og Búnaðarstovan skal góðkenna møguliga veðseting av festibrøvum. Áðrenn Búnaðarstovan góðkennir avhending ella veðseting, skal Búnaðarstovan kunna Búnaðargrunnin um ætlanina, og skal Búnaðargrunnurin hava rætt at tryggja sær veð í festibrævinum fyri verandi lán, sbr. stk. 5, áðrenn góðkenning verður givin.
Stk 3. Avhendanin minkar ikki um rættin hjá fyrisitingini at fremja tiltøk eftir lógini, uppi í hesum at taka festibrævið aftur.
Stk. 4. Rætturin at avhenda festibrøvini fevnir ikki um útleiging ella tílíkt.
Stk. 5. Ger veðhavari sín veðrætt galdandi í festibrævinum, ella tá ið festari doyr, skal veðhavarin ella búgvið eftir festaran, áðrenn eitt ár er gingið, avhenda fólki, sum lýkur krøvini til jarðarbrúkskunnleika, festibrævið. Stk. 6. Verður ásetta freistin at avhenda festibrævið ikki hildin, kann Búnaðarstovan taka festibrævið aftur. Veðhavarin ella búgvið eftir festaran hevur rætt til endurgjald sambært § 5, stk. 5 og 6.
Stk. 7. Soleiðis, sum Búnaðargrunnurin hevur latið festara lán, áðrenn henda lóg er komin í gildi, kann grunnurin tryggja sær, at hann kann fáa 1. veðrætt í festibrævinum og føstu ognunum á avvarðandi festi, tá ið ognir verða yvirtiknar sambært § 6, stk. 1.
Stk. 8. Festi kann verða lagt saman við øðrum festi, og festi kann verða býtt sundur, um umstøðurnar tala fyri tí. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Tað er festarin, sum avhendar festibrævið
Avhendanin av festibrævinum: Í § 4 í lógini stendur m.a.: Festarar hava rætt til at avhenda festibrøvini til persónar, sum lúka krøvini til jarðarbrúkskunnleika. Tað merkir í stuttum, at festarin hevur rætt til at selja festibrævið til annan persón, sum Búnaðarstovan góðkennir. Sí krøv til útbúgving, royndir og bústaðarskyldu.
Mælt verður til at gera nágreiniliga avhendingaravtalu
Uttan mun til hvør nýggi festarin er, mælir Búnaðarstovan til, at ein nágreinilig søluavtala verður gjørd partanna millum. Mælt verður til at partarnir søkja sær sakkøna hjálp. Søluavtalan er einans galdandi millum seljara og keypara og eigur tí greitt at útgreina og tilskila hvørjar ognir, amboð o.tl. fylgja við festinum, umframt tað, sum stendur á festibrævinum sjálvum. Talan kann eisini verða um, at komandi festari yvirtekur fíggingar eitt nú í Búnaðargrunninum ella øðrum fíggingarstovni. Tá má hetta avtalast við avvarandi fíggingarstovn.
Búnaðarstovan skal góðkenna
Leiklutur Búnaðarstovunnar er at góðkenna nýggja festaran, skriva út nýtt festibræv og møguliga í tí sambandi vitja festið til tess at tryggja, at festibrævið er dagført. Á festibrævinum skulu standa, umframt innstøðu, allir bygningar og tey matrikkul, traðir o.a., ið hoyra festinum til.
Tá nýggi festarin og Búnaðarstovan hava undirskrivað festibrævið, letur Búnaðarstovan Búnaðargrunninum festibrævið til góðkenningar, og síðani verður tað sent til tinglesing. Festibrævið er ikki endaligt galdandi, fyrr enn tað er tinglisið. Nýggi festarin rindar útreiðslurnar av festaraskiftinum.
Krøv til útbúgving, royndir og bústaðarskyldu
Í kunngerðini § 2 stendur m.a.: Til tess at lúka krøvini til jarðarbrúkskunnleika verður kravt, at viðkomandi persónur hevur í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði innan landbúnaðin. Harumframt verður kravt, at viðkomandi hevur verið í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Sambært § 2 kann víkjast frá krøvunum um skúla og royndir í heilt serstøkum førum, sí nærri í § 2 stk. 2 til 5.
Minstukrøv til útbúgving eftir § 2 í kunngerðini, sum Búnaðarstovan góðkennur eru hesi: Festir uttan mjólkneyt, og sum sambært taxatiónina bera minni enn 50 seyðir, er minstakrav landbúnaðarskeið, sum Búnaðarstovan skipar fyri og hevur góðkent. Onnur festir uttan mjólkneyt , er minstakrav til útbúgving yrkisskeið innan landbúnað, sum kvøldskúlaskipanin skipar fyri. Eru mjólkneyt á festinum krevst í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla. Upplýsingar um landbúnaðarútbúgvingar kunnu fáast við at venda sær til Búnaðarstovuna.
Sambært §5 í Lóg um landsjørð skal: Tann, ið hevur landsjørð í festi, hava bústað sín á somu oyggj, sum festið er.
Búnaðarstovan kann vegleiða
Eru ivamál, so er altíð møguligt at fáa vegleiðing frá Búnaðarstovuni. Tá komandi festarin er funnin og avgerðin tikin um at lata festið, skulu umsóknarbløð sendast Búnaðarstovuni saman við neyðugum upplýsingum. Hesi umsóknarbløð finnast á heimasíðu Búnaðarstovunnar ella kunnu tey fáast við at seta seg í samband við Búnaðarstovuna.
Búnaðargrunnurin skal kunnast um festaraskiftið
Sambært omanfyri nevndu §4 stk. 2 skal Búnaðarstovan, tá hon er liðug við góðkenningararbeiði sítt, kunna Búnaðargrunnin um festaraskiftið, og skal Búnaðargrunnurin hava rætt til at tryggja sær veð í festibrævinum fyri verandi lán sbrt. stk. 6, áðrenn endaliga góðkenningin verður givin og festibrævið tinglisið.
Annað
Í samband við festaraskifti ber til at leggja festi saman við øðrum festi, og heimild er somuleiðis fyri at býta festi sundur. Hendan heimildin er í lógini §4 stk. 8. Í kunngerðini § 3 stendur soleiðis: § 3. Festi kann verða býtt sundur, um sundurbýtið gevur møguleika fyri betri rakstri.
Stk. 2. 1) Festi kann bert verða lagt saman við øðrum festi, sum er í somu markatalsbygd ella við einum í grannalagnum, og bert, um samanleggingin førir til betri rakstur.
Sambært §4, stk. 2 skal Búnaðarstovan góðkenna veðseting av festibrævi. Búnaðarstovan góðkennur einans veðseting í festibræv, sum hevur við raksturin av festinum at gera. Eins og við festaraskifti skal Búnaðargrunnurin kunnast um veðseting av festibrævi.
Undantak frá útbúgvingarkravinum verður ikki givið uttan í heilt serstøkum føri
Sambært kunngerð um umsiting av landsjørð er Búnaðarstovuni heimilað at víkja frá kravinum um landbúnaðarskúla, um viðkomandi lýkur treytirnar um tvey ára royndir frá arbeiði innan landbúnaðin. Búnaðarstovan hevur flokkað útbúgvingarkrøvini í 3 bólkar samsvarandi stødd á festunum, smá festir undir 50 áseyðir, festir uttan mjólkneyt og festir við mjólkneytum. Einans í heilt serstøkum føri hevur Búnaðarstovan gjørt undantak frá útbúgvingarkravinum síðani til ber at taka nøktandi útbúgving í Føroyum til teir báðar lægru bólkarnar uttan mjólkneyt.
Til tann minsta bólkin hevur Búnaðarstovan sett á stovn eitt 3 daga skeið, sum verður hildið í minsta lagi einaferð um árið og til mittasta bólkin verður skipað fyri einum kvøldskúlaskeiði, sum verður hildið umleið einaferð um árið. Fyri at festa festi í ovasta bólkinum má festari hava lokið góðkenda landbúnaðarútbúgving uttanlands.
Her kann vegleiðingarskrivið heintast sum PDF
Januar 2014
BÚNAÐARSTOVAN
|