Úrslit 2010
Eins og undanfarin ár gjørdi Royndarstøðin í ár royndir við ymiskum eplasløgum. Sum vant vóru tvær royndarveltur, ein moldvelta í sandjørð á Sandi og ein flagvelta á Miðgerði í Kollafirði. Talvur við úrslitinum úr báðum veltunum, vísa úrtøkuna fyri hvørt eplaslag í 2010.
Samanumtikið var úrtøkan ójøvn kring landið. Á Sandi var útøkan undir miðal, uttan at til ber at siga, hvør orsøkin til hetta var. Men á Miðgerði var úrtøkan sera góð við 11,5 fold í miðal. Hetta er eitt sindur minni enn besta árið, sum var í fjør, tá var úrtøkan 12,8 fold. Veðrið hevur nógv at siga, hvussu eitt ár roynist til eplir. Einki óvanligt
var við veðrinum í ár. Tíðliga í mai var heldur kalt, men sambært hitamátingunum hjá Búnaðarstovuni var lýggjari enn vanligt alt summarið. Tað var ikki ov turt, men hinvegin skein sólin færri tímar enn vanligt.
Tað var ikki nógv svartaspilla í veltunum í ár, men onkur dømi vóru tó. Veltirnar hjá Royndarstøðini vóru sproytaðar 6. og 28. august, og eingin spilla var í, tá eplini vóru tikin upp. Seinast í september var nógvur vindur, sum fór illa við slokkunum.
Í veltuni á Sandi royndust fýra av átta nýggju sløgunum best. Allarbest var Mette, men Senna gav eisini nógv. Kendu sløgini Hanna, Folva, Raja og Oleva góvu øll yvir miðal. Í veltuni í Kollafirði royndust sjey av nýggju sløgunum best, eisini her vóru Mette og Senna best við ávikavist 15 og 17 fold. Raja, Oleva og Hanna góvu miðal úrtøku.
Mette er nýtt eplaslag og hevur nú í tvey ár fruktað betur enn onnur roynd eplasløg. Eplið er hvítt og slætt. Tað smakkar nøkunlunda sum Hanna og Folva. Mette verður at fáa sum set í 2011 og fara væntandi fleiri at seta hetta eplið niður til várs.
Senna er eisini nýtt eplaslag og hevur tað fruktað væl í ár. Um tað verður, at Raja ikki fæst aftur, kann Senna óiva avloysa tað. Eplini eru rímiliga stór og egna seg væl sum bakieplir. Senna er ikki so mjølvut sum Raja og Oleva. Tað verður at fáa sum set í 2011.
Onnur nýggj sløg eru roynd, men verða ikki at fáa sum set næsta ár. Vit kunnu framvegis viðmæla hvítu eplini Folva, Hanna og Maris Piper og reyðu eplini Oleva og Raja, um tað fæst næsta ár. Men fleiri áttu eisini at roynt Mette og kanska Senna eisini.
Mælt verður til at viðgera eplini, áðrenn tey vera sett niður, við einum pulvuri móti rótasoppi t.d. Monceren DS. Tey seinastu árini hava serliga Hanna, Raja og Oleva verið fongd við rótasopp, men við at viðgera eplini í royndarveltuni í ár, var úrtøkan góð.
Rættast er at seta flagveltu niður millum flaggdagin og fyrst í mai, og í moldveltu frá fyrst í mai til í síðsta lagi 20. mai. Hvørt epli skal hava 45 – 55 gram av eplatøðum. Verða meir tøð koyrd á, koma ofta rivur í eplini og svartir blettir ella hol eru í teimum størstu eplunum. Jú meira tøð, meira vatnut verða eplini.