140x140

Úrslit 2013

Avbera gott eplaár

Árið í ár royndist avbera væl til epli. Í royndarveltunum hjá Búnaðarstovuni kom væl meira upp í ár enn í fjør og eisini meira enn árið fyri. Nøkur nýggj eplasløg fruktaðu eisini væl, og okkurt av hesum sløgunum verður væntandi at fáa næsta ár, væntar Peder T. Haahr, sum í áravís hevur staðið fyri eplaroyndunum

Lýggja og ikki ov turra summarið í ár hevði við sær, at vit fingu eitt gott eplaár. Flagveltan á Miðgerði í Kollafirði gav 13,4 fold, og hyppiveltan á Sandi gav 21,1 fold.
Í ár vórðu 20 ymisk sløg sett niður, bæði kend og nýggj sløg. Grøðin var í miðal trý fold størri í ár í flagveltuni, og nakað størri enn í 2011.
Í royndarveltunum var eingin svartaspilla í ár, men onkrastaðni hava tey drigist við svartaspillu. Tað var heldur ikki vindur ella stormur av týdningi at skaða velturnar.
Hyppiveltan varð av óvart taðað heldur ríkiligt við mykjutøðum, og tað var ein orsøkin til, at veltan gav 21,1 fold – sjey kilo fyri hvønn fermetur.

 

Nýggj sløg góð
Í flagveltuni vóru fýra nýggj sløg millum tey bestu (Destiny. Mette, Tresor og GKY-7). Hanna og Folva góvu eitt sindur minni.
Í hyppiveltuni royndist Folva best, men nýggj sløg góvu næstan líka nógv. GKY-7 og Hanna góvu nógv í so stór epli, yvir 220 gramm. Destiny og Folva góvu flest javnt stór epli. Nýggju sløgini GOF-8 og Carolus góvu flest smá epli, undir 30 gramm.
Peder T. Haahr væntar, at næsta ár verða hesi eplasløg at fáa sum set: Esmee, Carolus, Destiny, GKY-7 og vónandi eisini Raja og Tresor.

 

Tilmæli
Flagvelta:    
Destiny, Mette, Folva, Hanna og so reyðu eplini Oleva, Raja og Esmee.
Moldvelta:   Folva, Hanna, Metta. Destiny og reyðu eplini Oleva og Esmee. Rosagold fruktar ikki so væl og hevur fleiri smá epli, men eplini eru vøkur og vælvaksin.

 

Soppur
Aftur í ár hevur rótasoppur verið at sæð í veltum. Eyðkenni eru ein rúgva av smáum eplum undir slokkunum og grøn vanskeplaði epli.
Tað ber til at fyribyrgja hesa sjúkuna við at viðgera seteplini við einum soppadrepandi evni.
Epli í moldveltu kunnu setast niður til endan av mai, men best er at seta niður fyri 1. mai. Flagveltan gevur best, tá ið sett verður niður seinast í apríl ella fyrst í mai.
Peder T. Haahr mælir til at taða við klorfátøkum NPK við nógvum kalium í ella við Nitrofoska. 40-50 gramm til hvørt epli gevur góða frukt og góðan smakk. Ov nógv taðing gevur vantnutt epli.
Eini ráð eru at kálka, har hvít epli verða sett niður. Reyð epli taka ikki við kálki.

 

Menning
Matmentanin mennist, og Peder T. Haahr fegnast um, at fleiri bøndur velta so nógv, at teir kunnu selja epli. Ikki stendur á at fáa eplini seld, tí fólk vilja fegin gjalda meira, fáa tey føroysk epli. Fleiri og fleiri eru eisini farin at velta til húsbrúks.

 

Við at trýsta her síggjast talvurnar við úrtøkuni av ymsu eplasløgunum í flagveltu og í moldveltu

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369