Royndir við ymiskum eplasløgum 2015
Í ár hevði Búnaðarstovan 16 ymisk eplasløg við í royndunum, bæði í flagveltuni á Miðgerði og í moldveltuni á Sandi.
Veðrið var heldur óvanligt, óvanliga kalt í mai, juni og langt inn í juli. August og september vóru tó heitari enn vanligt, Onkustaðni var heldur turt.
Eplini vuksu ikki væl líka til mitt í juli, serliga vóru tað flagvelturnar, sum vóru settar niður áðrenn juni mánað, sum ikki vuksu væl. Fyri fyrstu ferð síðstu 25 árini var úrtøkan best í teimum veltunum, sum vóru settar seint niður.
Moldveltan á Sandi var tó ikki so nógv darvað av kuldanum, og var úrtøkan har á leið tað sama, sum eitt vanligt ár. Svartaspillu var ikki nógv at síggja til, men tann nógvi vindurin í august skaddi fleiri veltur.
Nýggj góð eplasløg
Í flagveltuni vóru átta nýggj sløg millum tíggju tey bestu, bara Esmee og Carolus vóru kend millum tíggju tey bestu. Í moldveltuni á Sandi vóru níggju nýggj epli millum tíggju tey bestu, bert Destiny hevði eina miðal úrtøku. Sjálvt Folva, sum er væl kent og dámt, hevði eina úrtøku undir miðal.
Av teimum nýggju eplunum, sum royndust væl í ár, verða Cimega, Linata og Markies at fáa sum setepli í 2016. Hini nýggju sløgini eru ikki nóg nógv roynd enn og verða tí ikki tøk í 2016.
Cimega sær sera lovandi út og royndist best í báðum veltunum. Cimega er eitt sindur stórt epli, hvítt og smakkar væl. Tað minnir eitt sindur um Mette og Hanna. Mette er ikki á danska listanum yvir setepli longur, og verður tí ikki til sølu hereftir.
Sjúkur
Sum vant var rótasoppur at síggja fleiri staðni, orsaka av kalda várinum og summarinum. Harafturímóti var næstan ongin svartaspilla at síggja í ár. Fyrst tí tað var ov kalt og seinni í august og september vóru bløðini turr, so sporarnir ikki fingu fest seg so væl.
Taðing
Yvirtaðing gevur ofta góða frukt, men vatnut epli. Djóratøð kunnu brúkast, men er tá ofta torført at meta um, hvør hóskandi nøgdin er. Vanligt er at brúka handilstøð, helst eina blanding við lítið av klor í, vanliga nevnd eplatøð, t.d. NPK 14-03-15, umleið 50 g til hvørt setepli.
Tilmæli
Til flagveltu: Hvít epli: Cimega, Folva, Destiny, Calolus - og reyð epli: Raja, Oleva og Esmee
Til moldveltu: Tey somu, sum til flagveltu, tó roynist Raja ikki so væl í sandmold, tá verða eplini ofta skurvut.
Talvur við úrslitinum úr flagveltuni á Miðgerði og moldveltuni á Sandi síggjast her