140x140

Royndir við ymiskum eplasløgum 2018

Í ár hevði Búnaðarstovan 14 ymisk eplasløg við í royndunum, bæði í flagveltuni á Heyggi í Kollafirði og í moldveltuni á Sandi.

Veðrið var at kalla vanligt, men nakað kalt og turt í mai. Hetta hevði við sær, at eplini, sum vóru sett seint niður, fóru í dvala og góvu tí ikki vanligu úrtøkuna. Av tí at tey byrjaðu at veksa seint, var vøksturin ikki nóg góður. Einki serligt var at síggja til svartaspillu í ár.

Á Sandi var nógvur vindur fyrstu viku í august, sum breyt blaðstelkarnir og steðgaði vøkstrinum ov tíðliga. Tí var úrtøkan á Sandi minni enn vanligt.

Nýggj góð eplasløg

Í flagveltuni vóru fleiri nýggj eplasløg betri enn Folva. Í moldveltuni á Sandi vóru tey flestu nýggju sløgini betri enn Folva.

Linata, sum var best á Sandi í fjør, royndist eisini væl í ár.

Cimega fruktaði væl aftur í ár. Tey flestu rósa Cimega fyri at smakka væl og vera passandi mjølvut.

Sjúkur

Sum vant var rótasoppur at síggja fleiri staðni. Harafturímóti var næstan ongin svartaspilla at síggja í ár.

Taðing

Yvirtaðing gevur ofta góða frukt, men vatnut epli. Djóratøð kunnu brúkast, men er tá ofta torført at meta um, hvør hóskandi nøgdin er. Vanligt er at brúka handilstøð, helst eina blanding við lítið av klor í, vanliga nevnd eplatøð, t.d. NPK 14-03-15, umleið 50 g til hvørt setepli.

Tilmæli

Til flagveltu: Hvít epli: Cimega, Folva, Markies, Carolus - og reyð epli: Oleva

Til moldveltu: Linata og annars tey somu, sum til flagveltu.

Talvur við úrslitinum úr flagveltuni á Heyggi og moldveltuni á Sandi síggjast her

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369