Úrslit 2016
Í ár hevði Búnaðarstovan 21 ymisk eplasløg við í royndunum, bæði í flagveltuni á Miðgerði og í moldveltuni á Sandi.
Veðrið var at kalla vanligt, men serliga turt í mai. Hetta hevði við sær, at eplini, sum vóru sett seint niður, fóru í dvala og góvu tí ikki vanligu úrtøkuna. Av tí at tey byrjaðu at veksa seint, var vøksturin ikki nóg góður. Einki serligt var at síggja til svartaspilu í ár.
Í flagveltuni á Miðgerði komu ein til tveir slokkar av hvørjum slag ikki upp, orsaka av turra veðrinum í mai. Úrtøkan var undir miðal í ár.
Í moldveltuni á Sandi vuksu eplini væl alt summarið, og úrtøkan var góð og væl hægri enn eitt miðal ár.
Nýggj góð eplasløg
Í flagveltuni vóru átta nýggj eplasløg betri enn Folva. Í moldveltuni á Sandi vóru tey flestu nýggju sløgini betri enn Folva.
- Linata, sum var best á Sandi í ár, kláraði seg ikki væl í flagveltuni.
- Esmee, sum er eitt pent, reytt epli, gav góða úrtøku, men er ov vatnut ella bleytt, halda tey flestu.
- Cimega var nr. 2 í ár bæði í mold- og flagveltuni. Tey flestu rósa Cimega fyri at smakka væl og vera passandi mjølvut.
Sjúkur
Sum vant var rótasoppur at síggja fleiri staðni. Harafturímóti var næstan ongin svartaspilla at síggja í ár.
Taðing
Yvirtaðing gevur ofta góða frukt, men vatnut epli. Djóratøð kunnu brúkast, men er tá ofta torført at meta um, hvør hóskandi nøgdin er. Vanligt er at brúka handilstøð, helst eina blanding við lítið av klor í, vanliga nevnd eplatøð, t.d. NPK 14-03-15, umleið 50 g til hvørt setepli.
Tilmæli
Til flagveltu: Hvít epli: Cimega, Folva, Markies, Carolus - og reyð epli: Oleva og Raja (Esmee)
Til moldveltu: Linata og tey somu, sum til flagveltu, tó roynist Raja ikki so væl í sandmold, tá verða eplini ofta skurvut.
Talvur við úrslitinum úr flagveltuni á Miðgerði og moldveltuni á Sandi síggjast her