140x140

Úrslit 2012

Úrslit 2012

Eins og undanfarin ár gjørdi Búnaðarstovan royndir við ymiskum eplasløgum. Aftur hesaferð vóru tvær royndarveltur, ein moldvelta á Sandi og ein flagvelta á Miðgerði í Kollafirði. Talvur viðheftar niðast á síðuni, vísa úrtøkuna úr báðum veltunum fyri hvørt eplaslag í 2012.
Árið royndist ikki væl, tí veðrið var vánaligt til eplavøkstur. Tað var nógv kaldari enn vanligt, og tað mesta av mai og juni var nógv turrari enn vanligt. Í juli og august var veðrið sum eitt miðal ár, men nógvur vindur um mánaðarskifti august/september fór illa við nógvum veltum. Slokkarnir brotnaðu og følnaðu, og vøksturin steðgaði.
Hóast vánaliga vøksturin, kunnu vit tó fegnast um, at lítil svartaspilla var at síggja. Hon ger mest um seg, tá tað er stilli og lítt og slavið í veðrinum.
Royndirnar á Sandi blivu settar niður seinni enn vanligt, men har sirmaðu teir við vatni úr spreiðara, og tað bøtti um úrslitið hóast kalda veðrið.
Úrtøkan
Í flagveltuni á Miðgerði royndust tey nýggju sløgini, sum ikki hava fingið navn enn, best. Fýra tey bestu vóru nýggj sløg, meðan Mette var nr. 5. Oleva og Folva, sum hava verið millum tey bestu undanfarnu árini, royndust ikki so væl í ár. Á Sandi royndist eisini eitt av ónevndu sløgunum, AR-01-0410,  best, men Oleva og Hanna royndust eisini væl. Somuleiðis royndist ónevndu GRS-2 og GKY-7 væl.
Nýggju sløgini
Moldvelta/sandvelta. Av nýggju sløgunum kunnu vit vænta, at AR-01-041 kemur í staðin fyri Raja, sum ikki er at fáa longur. Epli er reytt, og eitt sindur størri enn Raja, og smakkar eins og Raja. Vit kunnu eisini vænta okkum nógv av GRS-2, sum hevur rund, hvít eplir, men tó eru nógv smá ímillum. Hjá GKY eru eplini stór, kanska ov nógv stór eplir uttan so, at tey skulu brúkast sum bakieplir.
Flagvelta. GRL-1 hevur passaliga stór hvít eplir. Vónandi fáa vit skjótt set av hesum slagnum. Destiny, sum er nýtt slag í Føroyum, fruktar væl, og eplini eru passaliga stór og jøvn. GKY-7 fruktar væl, men eplini eru ov stór.
Tilmæli
Til flagveltu mæla vit til at brúka hvítu eplini FolvaMette, Destiny ella Hanna og av reyðum eplum mæla vit til at brúka Oleva og Raja og GRL-1, tá tey vera at fáa. Folva, Oleva og Raja hava fruktað rættiliga javnt øll árini, sama hvussu veðrið er.
Til moldveltu mæla vit til at brúka hvítu eplini FolvaHanna og kanska GKY-7. Av reyðum eplum mæla vit til OlevaAR-01-0410 og Rosagold (smá eplir). Raja trívist ikki í mold við nógvum kálki (høgum pH) sum t.d. í Hvalba.
Aftur í ár vóru fleiri veltur fongdar við rótsopp, sum ger, at vit fáa óvanliga nógv heilt smá eplir undir hvørjari bløðku og grøn vanskeplaði eplir upp eftir slokkinum. Fyri at fyribyrgja hesum mæla vit til at viðgera setina við soppadrepandi evni.
Í moldveltu er best at seta niður fyrst í mai, men tað ber til at seta niður allan mai mánaða. Í flagveltu er rættast at seta niður millum flaggdagin og fyrst í mai. Í 2012 vóru fleiri flagveltur, sum ikku komu nóg væl fyri seg orsaka av turki. Um tað ikki regnar fyrstu 14 dagarnar aftaná, at vit hava sett niður í flagveltu, eiga vit at bloyta fløgini við at stoyta vatn á.  
Eplir skulu taðast við NPK tøðum við ongum ella lítið av klori og nógvum kalium, t.d. 14-3-16. Hetta er tað, sum vit vanliga kalla eplatøð. Vit kunnu eisin taða við Nitrophoska. Hóskandi nøgd av tøðum er 40-50 gram til hvørt epli. Hetta gevur góða vælsmakkandi frukt. Taða vit ov nógv, kunnu eplini gerast bleyt.
 

Talvur, ið vísa úrslit av ymsu eplasløgunum, sum vóru brúkt í royndini í 2012

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369